Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Magne Hoseth: Tað gekk skjótt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.11.2022 - 16:28 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur tosað við nýggja KÍ-venjaran.

KÍ kunngjørdi í gjár, at 42 ára gamli Magne Hoseth er settur sum høvuðsvenjari hjá felagnum komandi tvey árini. Hetta hendi skjótt greiðir venjarin frá, tí tað var hósdagin, at partarnir fingu samband fyrstu ferð. Av tí sama hevur hann ikki havt so nógva tíð at sett seg inní øll viðurskifti, men hann sigur, at tá hann byrjar í starvinum 1. januar, so hevur hann fingið eitt fult yvirlit yvir hópin og felagið. Hann sigur, at hann hevur sæð eini 6-8 dystir hesar síðstu dagarnar. Meir um tað seinni.

Uppá fyrispurning um ársins leikari hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, fer til Fredrikstad sum tað ljóðar, so sigur Magne, at tað hevur hann onga kunning fingið um, og tí er tað púra nýtt fyri sær, um hald er í tí.

- Um ein leikari hevur hug at fara avstað, so komi eg ongantíð at standa í vegin fyri tí. Eg vil hava leikarar, sum vilja spæla og avrika fyri KÍ. Eg byrji í starvinum 1. januar, so slíkar trupulleikastøður mugu vita taka upp, tá tær koma, sigur hann.

Í grein seinni koma vit inná, hvør ætlanin er við hópinum, hvar liðið skal styrkjast og hvussu venjaratoymið verður mannað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…