Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barentshavið

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  23.11.2022 - 14:30 Politikkur Tíðindi Vinna

Kjak hevur verið í síðstuni um, hvørt vit skulu endurnýggja fiskiveiðisáttmálan við Rusland ella ei, og tað av góðum grundum. Rusland hevur gjørt innrás í grannalandið Ukraina, sum er eitt sjálvstøðugt,  frælst og demokratiskt land. Eg taki frástøðu frá hesum og fordømi tað uppá tað allarharðasta, og trúgvi at føroyingar flestir gera tað eisini.

Eg meti tó ikki, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við Rusland av hesi orsøk, tí her er talan um matvørusamstarv.  Bæði ES,  ST  og Joe Biden forseti í USA siga, at samhandil við matvørum við Rusland  skal ikki  boykottast. Norra hevur framvegis fiskivinnusamstarv við Rusland. Eg síggi tí onga meining í,  at lítlu Føroyar skulu boykotta Rusland, tá bæði  ES, ST og  forseti í USA  mæla frá hesum.  Heldur ikki  næsti   granni okkara Norra  ætlar sær  at steðga  fiskivinnusamstarvinum við Russar. 

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í  mong harrans ár og næstan líka so leingi hevur Rusland verið í kríggi við onkran. Ongin hevur tó tosað um, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum av tí orsøk.

Fiskivinnusamstarvið hjá Føroyum við Rusland hevur  stóran búskaparligan týdning fyri okkum   og serliga stóran týdning hava  Barentshavstrolarnir   fyri Klaksvík og Eysturoy.  Her eru reiðaríir, sum hava  fiskað í Barentshavinum, síðani vit byrjaðu fiskiskapin har og hava fiska har øll árini uttan íslit. Síðani fólkaflokkurin syrgdi fyri tryggum kørmum til fiskivinnuna,  hava hesi reiðaríir  gjørt stórar íløgur í kostnaðarmikil  spildurnýggj skip til fiskiskapin har.  Íløgur fyri 100-tals milliónir.   Her eru  talan um nógv arbeiðspláss og inntøkugrundarlagi hjá fyritøkum og nógvum familjum.

Um vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við Rusland, so skulu nýggju barentshavstrolarnir leggja um til at fiska russisku kvotuna av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi.   Hetta  ber sjálvsagt   til, men  kostar,  og  við tí kemur allur hesin stóri flotin at fiska uppisjóvarfisk við Føroyar.   Hetta  ger fiskivinnuna sera einstáttaða og meir viðbrekna.  Um fiskiskapurin eftir uppisjóvarfiski við Føroyar svíkur, so verður talan um eitt stórt bakkast. Tá  kunnu vit neyvan vænta okkum sama vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Best er, at  okkara fiskifloti troytir ymisk fiskasløg á ymsum leiðum.

Tað sýnist sum Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga sær, hvussu stóran  týdning okkara  fiskivinna hevur -  á  bæði fjar og nærleiðum. At  hon saman við  alivinnuni  og avleiddum  vinnum  eru grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum.  Uttan hesar vinnur høvdu vit ikki tað  vælferðarsamfelagi, sum vit hava í dag.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…
Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ
Nýtt føroyskt start-up
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini