Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaskúlin - neyðugar broytingar!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen  |  24.11.2022 - 23:35 Politikkur Tíðindaskriv

Fólkaskúlin er ein av grundsúlunum undir samfelagnum.

 

Vit hava ein góðan fólkaskúla

Hóast so er, so mugu vit ásanna, at fólkaskúlin hevur nakrar avbjóðingar, men tær eru til at loysa.

 

Eg vil heilt stutt nevna tríggjar tættir í fólkaskúlanum, sum eg vil halda eru neyðugir at fáa loyst skjótast tilber.

 

Eg vil virka fyri at fáa loysn á hesum, verður álit víst mær á løgtingsvalinum 8. desember.

 

Skúlaflokkurin

Vit eiga at virka fyri, at næmingatalið í hvørjum flokki gerst lægri enn tað er í dag. Nógvir flokkar hava í dag uml. 25 næmingar, og tað er eftir mínum tykki ov høgt næmingatal og eigur at lækka nakað.

 

Nøkur meina, at vit í staðin fyri at lækka næmingatalið í flokkunum heldur eiga at hava tvílæraraskipan. Í ávísum førum er tað nokk ein góð loysn, men tað sum umræður er, at næmingarnir fáa sum mest burturúr undirvísingini og at trivnaðurin í flokkinum er góður.

 

Tímatalið

Tímatalið hjá næmingunum er ov høgt. Gongdin seinnu árini hevur verið, at fleiri og fleiri tímar eru komnir á tímatalvuna. Tað er komið at mørkum, og tí eiga vit at lækka tímatalið. Samstundis sum tímatalið hjá næmingunum verður lækkað, so eiga hesir tímarnir at verða brúktir á skúlanum til aðrar uppgávur -  næmingunum at gagni.

 

Starvsfólk skúlans

Seinnu árini er tann umsitingarligi parturin hjá lærarunum nógv øktur. Skrivi- og skrásetingararbeiðið tekur meiri og meiri tíð, og tað ber við sær, at minni tíð og orka verður til undirvísing. Hetta er við til at troytta lærarar og við til, at lærarar missa arbeiðsgleðina, og tað er álvarsamt, tí tá gongur tað út yvir innlæringina og trivnaðin hjá næmingunum.

 

Minkað eigur at verða um tann umsitingarliga partin hjá lærarunum. Minni byrokrati, og tað vil geva meiri tíð og orku til undirvísing - øllum at gagni!

 

Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!

 

Magnus Rasmussen

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…