Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mótrokningin og eldrapolitikkur

SKRIVAÐ: Bill Justinussen  |  24.11.2022 - 23:42 Tíðindi

 

Tá hendan samgongan tók við, var skipanin tann, at viðbótin til fólkapensjón varð lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum omanfyri kr. 61.900.

Hetta broytti samgongan millum Miðflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Nú er mótrokningin soleiðis, at ein fólkapensjónistur altíð er eggjaður til at arbeiða uttan at drukna í skatti.

Men..

Tað er framvegis eitt haft um beinið hjá fólkapensjónistum, at mótroknað verður.

Tí fer Miðflokkurin at virka fyri beina burtur mótrokningina hjá pensjónistum, sum arbeiða.

Tá eg sigi pensjónistar, sum arbeiða, er tað tí, at tað eru nógvir pensjónistar, sum ikki arbeiða, men sum hava eina góða eftirløn afturat fólkapensjónini.

Í fyrstu syftu halda vit, at pensjónistar, sum hava arbeiðsinntøku, skulu sleppa undan mótrokningini. Orsøkirnar eru tvinnar:

·      Pensjónistar, sum arbeiða, gera tað í flestu førum av fíggjarligum orsøkum. Teir hava ikki nóg høga eftirløn við sær inn í pensjónstilveruna og velja tí at arbeiða fyri at hava nóg mikið.

·      Føroyski arbeiðsmarknaðurin spyr eftir arbeiðsmegi. Vit hava seinastu árini innflutt stórt tal av útlendskari arbeiðsmegi. Um pensjónistar hava størri fíggjarliga tileggjan at arbeiða, kann í fleiri førum sleppast undan at innflyta útlendsk arbeiðsfólk.

 

Miðallivialdurin hækkar. Føroyingar hava ein tann hægsta miðallivialdurin í heiminum. Av tí sama eru pensjónistar væl førir fyri at arbeiða nøkur ár sum pensjónistar. Og nógv ynskja tað.

Miðflokkurin vil tillaga eldralóggávuna eftir tørvinum hjá okkara eldru.

Við Miðflokkinum veitst tú, hvat tú fært.

Vel Miðflokkin á løgtingsvalinum 8. desembur

 

Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?