Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kavarin á Hellisenda í stormi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.11.2022 - 16:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag um miðdagsleitið valdi eg at ganga ein túr út á Oyrar. Vindurin var sera nógvur, men lotið lýtt og turt veður. Tað er altíð ein hugnalig sjón at síggja brimið við Hellisenda. Í dag kundi eg ikki lata vera við at taka nakrar myndir av Kavaranum, sum Ólavur Samson setti á stabban á Hellisenda. Kavarin er áhugaverdur og ber boð um svimjarar, ið stoyptu stappa fyri meira enn einum mannaminni síðani.

Økið við Hellisenda fær dagliga vitjan av fólki, ið stytta sær stundir og njóta nærveruna við havið. Ikki minst brúka barnagarðarnir økið. Eitt sindur skuffandi var tað tí at síggja ein deyðan og rotnan hval liggja har. Janus Hansen, sum tíðum er á flesjum, við Mækjuvík, Hellisenda og úti í Grøv, segði mær at deyði hvalurin rak fyrst inn við bátahylin fyri 6 døgum síðani og nú hevur hann ligið her vesturi ímóti Mækjuvík í 5 dagar. Hvalurin eigur ikki at blíva liggjandi og tí eigur Klaksvíkar Havn ella Klaksvíkar Kommuna at ber so í bandi, at hetta ræið verður tikið upp. Sjálvur tók eg eina mynd av hvalinum og Janus hevur sent mær sínar myndir, sum hann tók fyrsta dagin hann sá hvalinn við bátahylin.

Ná men túrurin hjá mær gekk longur, út í Grøv har altíð er hugnaligt at vitja og síðani út á Oyrar. Her úti sá eg ein ungan kóp, ið hugnaði sær tætt inn við land. Hann sá út fyri mær sum hann fekk sær ein lúr í nógva vindinum og nýtti at liggja bara og flóta í briminum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
Lýsing