Lýsing
Lýsing
Lýsing

VÆLFERÐ OG BÚSKAPUR GANGA HOND Í HOND

SKRIVAÐ: Malan á Dunga  |  28.11.2022 - 22:50 Lesarabrøv Politikkur

Búskaparvøksturin skal vera burðardyggur og grundaður á skilagóða fíggjarstýring í almenna geiranum, burðardyggan fiskiskap og eitt sterkt vinnulív við tryggum kørmum. Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið er tørvur á einum sterkum búskapi. Tað leggur lunnar undir vælvirkandi vælferðarskipanum, ið aftur styrkja um vælferðarsamfelagið.

VÆLFERÐ OG BÚSKAPUR GANGA HOND Í HOND
Búskaparvøksturin skal vera burðardyggur og grundaður á skilagóða fíggjarstýring í almenna geiranum, burðardyggan fiskiskap og eitt sterkt vinnulív við tryggum kørmum.
Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið er tørvur á einum sterkum búskapi. Tað leggur lunnar undir vælvirkandi vælferðarskipanum, ið aftur styrkja um vælferðarsamfelagið.
Útreiðslurnar hjá landinum skulu fíggjast á ein skilagóðan og rættvísan hátt, har øll eru við at bera byrðarnar eftir førimuni - har breiðastu herðarnar bera størstu byrðuna.
Almenni, privati og sjálvbodni geirin skulu eggjast til samstarv og soleiðis skapa bestu karmar fyri menning og gagnnýtslu av tilfeingi okkara á landi og sjógvi.
Fyri at røkka úrslitunum eiga vit, umframt at eggja til samstarv, at leita eftir innovativum loysnum. Tá ið politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar setast saman at finna felags loysnir skapa vit nýmenning og nýhugsan.
Í mínum politiska arbeiði á fólkatinginum síggi eg dagliga, hvussu avgerðir verða tiknar út frá ráðgeving frá serfrøðingum og fakfólki innan ávísa økið, og hvussu kjakast verður um ymisk evni verða á ein demokratiskan hátt - hetta vil eg virka fyri um eg fái møguleikan - at mál verða viðgjørd við gjøgnumskygni og avgerðir verða tiknar út frá fakligum grundarløgum.
Hjartamál:
·       Ábyrgdarfullur og skilagóður fíggjarpolitikkur
·       Burðardygt orkuskifti og ein sterk og skapandi vinna.
·       Javna, persónligt frælsi og rúmligheit
 
Malan á Dunga
Valevni fyri Javnaðarflokkin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá