Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vanlukkan rakti Hvannasund

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  30.11.2022 - 15:04 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Men alt gekk friðarliga fyri seg, hetta var bara ein venjing…

Í meira enn tveir dagar, 29. og 30 november hevur skúlin á Fossanesi í Hvannasundi verið karmur um skeiði í stýring av størri vanlukkustøðum.

Endamálið við venjingini  var at fyrireika luttakararnar á skeiðnum at blíva enn betur at taka hond um vanlukkustøður, sum tey kunnu hitta í arbeiðinum, eitt nú ferðsluvanlukkur, vanlukkur á sjónum, í fjøllunum ella tá skaðar henda tá stormar leika um land, firðir og sund. Á skeiðinum skuldu luttakararnir venja hvussu teir best kundu tryggja viðkvom øki í samfelagnum í samstarvi við aðrar luttakarar í ymiskum øðrum samfelagseindum.

Hugtakið á skeiðnum var ein hørð ódn, sum millum annað hevði gjørt skaða á nógv hús í Hvannasundi. Eisini var eitt ferðamannaskip komið í havsneyð og neyðugt var at taka fólkini av skipinum. Eitt omanlop hevði eisini stongt vegin ímillum Klaksvík og Hvannasund.

Venjingin var gjørd sum ein eftirgjørd støða fyri luttakararnar, tað vil siga at venjingin fór fram á skúlanum í Hvannasundi, har omanlop og tað ódnin hevði oyðilagt bleiv víst fyri luttakarunum á einum stórum korti. Síðani skuldu luttakararnir vísa hvat teir vildu gjørt í eini slíkari støvu og venja at samstarva við hvønn annan, bæði innan egið lið og eisini við aðrar deildir og lið í samfelangum.

Í eini eftirgjørdari støðu og venjing er nýtslan av útgerð ikki í fokus, men í staðin at venja ætlanir, taka til sín nýggja vitan og samarbeiðið við ymsu deildirnar. Luttakararnir blivu vandir í stýring í kreppustøðu, at samskipa samstarv við hvønn annan. Eisini skuldu teir greiða frá hví teir hava tikið ávísar støður í vandamiklum samanhangi í bjargingararbeiðinum.

Luttakarar á skeiðnum komu úr Politinum, bjargingarfeløgunum, (Fuglafjarðar Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkklið) og  Sløkkiliðið  í Eysturkommunu, Komunur (Viðareiðis Kommunu, Klaksvíkar Kommunu,) Heilsuverkinum, (Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum,) Landsverk, Bakkafrost og MRCC.

Tað var Katastrofe & Risiko Management  útbúgvingin á Københavns professionshøjskole, sum í samarbeiði við tilbúgvingarleiðaranum Finn Hansen úr Klaksvíkar Sløkkiliði. Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri slíkari venjing í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…