Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er skúlin fyri øll?

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen  |  01.12.2022 - 19:00 Lesarabrøv Politikkur

Øll børn skulu ganga í skúla, og har læra, trívast, mennast og rúmast, eins og fáa dygdir og førleikar, ið ger tey klár til at megna lívið víðari, og mynda sína framtíð.

Er skúlin fyri øll?
 
Øll børn skulu ganga í skúla, og har læra, trívast, mennast og rúmast, eins og fáa dygdir og førleikar, ið ger tey klár til at megna lívið víðari, og mynda sína framtíð.
 
MEN tíverri er hetta ofta langt frá tí veruleika, sum øll børn liva í.
 
Fleiri og fleiri børn eru strongd, fleiri og fleiri hava skúlaaftran, krøvini eru størri, trýstið er størri, flokkarnar eru stórir, lærarin skal renna skjótari og eg kundi blivið við.
 
Uppgávan hjá læraranum er risastór, og serliga flokslærarin hevur stóran týdning. Tí er neyðugt at styrkja leiklutin hjá flokslæraranum. 
 
Ofta eru flokkarnir eisini alt ov stórir, og lærarin hevur eina ómøguliga uppgávu. Tað er sera trupult at møta øllum næmingunum har teir eru, fyri síðani at læra allar tað sama samstundis. Vit eru jú ikki øll eins. Tí skulu vit lækka næmingatalið í flokkunum, og hava eina tvílæraraskipan í øllum flokkum í grunddeildini.
 
Tað eru fleiri næmingar, ið stríðast sálarliga, og fleiri næmingar, ið hava serligan tørv. Hesi kunnu hava torført við at megna vanliga skúlatilboðið. Tí skulu vit hava fleiri serflokkar og sálarfrøðing í skúlanum, so at øll kunnu rúmast, og avbjóðingarnar, ið eru, kunnu loftast fyrr. Tað er altumráðandi at arbeiða fyribyrgjandi, og at seta tíðliga inn, tá ið okkurt er. Somuleiðis er umráðandi at børn fáa eitt tilboð, sum endurspeglar teirra tørv.
 
Neyðugt er at styrkja førleikastovur og Sernám, ið skulu taka støði í barninum og familjuni. Tað er jú tey tað snýr seg um. Eisini er altavgerandi, at øll fáa verið við, eisini tey ið samskifta øðrvísið. Tí skal teknmál inn í fólkaskúlan.
 
Vit mugu ásanna, at tað eru børn, ið ikki megna at vera millum øll hini. Tí er neyðugt, at raðfesta og menna sertilboð, bæði inni í og uttanfyri vanliga fólkaskúlan. Eitt nú merkir hetta at Skúlin á Trøðni skal styrkjast. Hetta so at øll kunnu fáa eitt tilboð, ið svarar til teirra tørv, so at skúlin verður eitt trygt, rúmligt og mennandi stað fyri øll.
 
Hesum ynski eg at arbeiða fyri.
 
Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…