Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kalt luftrák alla vikuna. Ættin fer at liggja um norðan í 4-5 dagar, skiftandi skýloft næstan alla tíðina, og frá týsdegnum kavaæl. Hitalagið fer niður ímóti frostmarkinum; onkra nátt niður í minus 3 stig. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.12.2022 - 07:00 Tíðindi Veðrið

Nú sæst stór broyting í veðrinum kring Føroyar. Eitt hátrýst hevur lagt seg yvir Ísland og Eysturgrønland, meðan eitt lágtrýst yvir Barentshavinum fer suðureftir, fram við Noregi.

Hetta hevur við sær, at køld luft av Norðpólinum fer at reka ímóti Føroyum. Tað fer at vera munandi kaldari her hjá okkum, og frá týsdegnum og fram ímóti vikuskiftinum kavaavfall.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag: Norðan allan dagin. Vindferðin um náttina og fyrrapartin 3 til 8 m/s, út á seinnapartin 5 til 10 m/s og so 8 til 13 m/s um kvøldið. Skýggjað um náttina og fyri tað mesta turt. Út á fyrrapartin og restina av degnum er klárari í erva, ádrigið ella smáskýggjað og turt og sólglottar.

Hitin mánadagin fer at liggja millum 4 til 7 stig, men niður í frostmarkið um náttina.

Týsdag: Norðan, 8 til 13 m/s, ádrigið og turt. Fyrrapartin og frameftir er minni vindur, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og kavaælingar.

Hitin týsdagin fer at liggja um 1 og 4 stig. Um náttina niður í minus 2 stig.

Mikudag: Norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft allan dagin við kavaælingi.

Hitin mikudagin fer at liggja úr frostmarkinum upp í 3 stig. Um náttina niður í minus 3 stig.

Hósdag: Norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft allan dagin við kavaælingi.

Hitin hósdagin fer at liggja úr frostmarkinum upp í 4 stig. Um náttina niður í minus 3 stig.

Fríggjadag: Landnyrðingur, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft allan dagin og kavaælingur.

Hitin fríggjadagin fer at liggja millum 2 og 6 stig. Um náttina um frostmarkið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.