Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ernestine verður tikin upp á sleipistøð suðuri í Vági. Hon fekk ikki langa ævi á førøyskum kjøli. | Mynd: Tjóðsavnið

Ernestine KG 389

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  14.12.2022 - 12:22 Tíðindi

Fáar myndir eru til av skonnartini Ernestine, sum fórst á Suðurlandinum í 1930. Men her hava vit so eina, tá ið hon verður tikin upp á sleipistøð suðuri í Vági. Johan David Joensen, nevndur Dávur úr Gerðum, skipari, úr Klaksvík keypti hana í januar 1927 úr Dunkerque í Fraklandi.

 

Við 26 monnum fór Ernestine ein av fyrstu døgunum í mars 1930 yvir á Suðurlandið. 26. mars lógu teir avhálaðir og fiskaðu á Selvogsbankanum. Sum dagurin leið, vaks hann vindin, so teir máttu draga inn og leggja bakk. Um kvøldið sást ikki fram um sprytið fyri kavaroki, og skonnartin strandaði við Selvogsnes.

Í øllum briminum svam Ziska Jacobsen, Ziska av Fløttinum, í Klaksvík í land við einum enda, so at teir, ið enn vóru á lívi, sluppu í land, ein fyri og annar eftir. Havið tók átta av monnunum, men áðrenn vunnið varð upp hús, doyði 9. maðurin. 

Um sorgarleikin, sum tá fór fram, ber til at lesa í nýggju bókini “Av bekki á skipabunka.”

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir