
Akademiið hjá KÍ hevði flestar U-landsliðsleikarar í 2022
Tað er okkurt sum bendur á, at arbeiðið í akademinum hjá KÍ gevur úrslit.
Í øllum førum um vit hyggja eftir teimum sjey U-landsliðunum (U19, U17 og U15 hjá gentum og U21, U19, U17 og U15 hjá dreingjum). Her hava vit tikið hóparnar, sum vóru kunngjørdir hjá FSF til síðstu landsdystirnar í 2022. Har skal havast í huga, at leikarar kunnu hava verið skaddir o.a. til júst teir dystirnar.
Tað var gentusíðan sum gjørdi, at KÍ fekk flestar U-landsliðsleikarar. Har hevði KÍ 12 leikarar. Á dreingjasíðuni hevði HB flestar, 12.
U-landsliðsleikarar tilsamans í 2022 (úttøkan síðsta landsdyst hjá U19, U17, U15, U21, U19, U17 og U15):
22: KÍ (12 á gentusíðuni og 10 á dreingjasíðuni)
18: HB (seks á gentusíðuni og 12 á dreingjasíðuni)
16: Víkingur (seks á gentusíðuni og 10 á dreingjasíðuni)
13: B36
10: NSÍ
8: EB/Streymur/Skála og 07 Vestur
6: Skála
5: FC Hoyvík
3: TB og B68
2: FC Suðuroy og AB
1: Royn, MB og ÍF
0: B71 og Undrið