Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang er nýggj landsstýriskvinna í fíggjarmálum | Mynd: Framsókn.

Ruth Vang: Tilfeingisgjaldið skal eisini falla til kommunurnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.12.2022 - 11:51 Politikkur Tíðindi

Nýtilnevnda landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at tey ætla sær at taka munandi meira pening frá tilfeingisvinnunum, t.e. alivinnuni og fiskivinnuni. Men hinvegin ætla tey sær eisini at lata kommunur fáa lut í hægru gjøldunum, sum nú fara at verða áløgd aktørunum í vinnuni.

Vit fara at taka munandi meira inn í tilfeingisgjøldum og tøkugjøldum, sigur Ruth Vang. Býtislykilin millum land og kommunur er ikki greiður enn, men at nýggja samgongan ætlar sær at leggja hægri gjøld á vinnulívið og lata ein part av tí út til kommunurnar. Greitt er heldur ikki, um talan verður um allar kommunur ella tær kommunur, ið leggja firðir til alivinnuna og har fiskivinnan hevur heima.

Løgmaður nevnir tó í aðrari samrøðu við Norðlýsið, at samgongan í hesum sambandi fer at hyggja eftir, hvussu nógv kommunurnar missa í partafelagsskatti, og tað kundi bent á, at tað fyrst og fremst verða kommunurnar, ið hava fiski- og alivinnu, ið fáa lut í tilfeingispeninginum, og at parturin hjá kommununum fer at standa í proportión við tað. Men ongin lykil er ásettur enn, sigur løgmaður eisini.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…