Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyar Bjargingarfelag fekk í ár Ársins Rósu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.12.2022 - 22:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eins  og árini frammanundan, so fylgdu 20.000 krónur við heiðrinum "Ársins Rósa", sum Føroya Sjómannadagur hevur skipað fyri hesi seinastu árini. Umframt tað, fekk forkvinna Norðoya Bjargingarfelags eisini handað eina vakra rósu úr glasi, framleidd av Mikkalina Glas og eina sera vakra blómukurv.

Hesaferð vóru tað vit báðir undirritaði, Oliver Joensen og Eyðstein Poulsen, ið stóðu á odda fyri tiltakinum, saman við einum sterkum toymi úr Føroya Sjómannadegi, væl stulaði av Klaksvíkar Sløkkiliði. Peningaliga eru tað Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Býráð, ið hava veitt stuðul til tiltakið Ársins Rósa hjá Sjómannadegnum, meða heiðurspeningurin til Norðoya Bjargingarfelag er komin frá Christian í Grótinum, Norðoya Sparikassa, Bank Nordik og Klaksvíkar kommunu.

Tað var Johanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevbnd býráðsins, ið handaði "Ársins Rósu" til Birnu Jacobsen, forkvinnu í Norðoya Bjargingarfelag.

Vanligt var, at Karl Birgir Isaksen, sáli, stóð fyri mikrofonhaldinum ein slíkan dag. Vit valdu at heiðra minni hansara við eini stillari løtu áðrenn tiltakið fór í gongd á pallinum úti í Klaksvík. At taka sær av orðstýringini á tiltakinum í ár, høvdu vit fingið Niclas Hera Jákupsson at taka sær av. Niclas er í veruleikanum ein av stovnarunum av Føroya sjómannadegi, saman við Oliver Joensen.

Tiltakið var sera væl vitjað, eisini í ár. Á Kjølbro Heilsølu vóru 1700 pakkar gjørdir til tiltakið, at handa børnunum og sigast má at vit vóru ovfarnir av at allir 1700 blivu brúktir. Hvussu nógv fólk vóru møtt til tiltakið er ilt at meta um, men helst vóru nærum 3000 fólk til tiltakið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí