Lýsing
Lýsing
Lýsing

At byggja bý millum høg fjøll

SKRIVAÐ: Rasmus Steintórsson Biskopst  |  26.12.2022 - 15:53 Lesarabrøv Tíðindi

Áarlop, skalvur og skriður raktu hús, bilar og eitt fólk. Vegir, handlar og tænastur máttu stongja, og eftir stendur eitt dýrt orku- og tíðarkrevjandi uppruddingararbeiði. Nú kavin bráðnar, og býurin hevur endurreist seg úr mold og eyri kunnu vit spyrja, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja ella minka um vandan, sum stendst av at búgva tætt upp at høgu fjøllunum í Norðoyggjum. Eru hetta náttúrukreftir, sum vit onki kunnu gera við, ella skulu vit læra av 19. desembur 2022 og viðganga, at Klaksvíkin í dag ikki er innrættað til nógvan kava og regn, og at hetta er ein trupulleiki, sum vit skulu loysa.

Smábørn skilja, at veðrið og árstíðirnar allatíð eru í broyting, men sjálvt vaksin fólk hava ilt við at fata, hvussu lendið og veðurlagið skiftir gjøgnum øldirnar. Hetta merkir ikki, at tað er óviðkomandi fyri, hvussu vit byggja okkara býir, tí teir skulu helst vara í longri enn eitt ættarlið.

Aftan á stóra skriðulopið í ár 2000 fór Jarðfeingi undir drúgt kanningararbeiði av lendinum kring Klaksvík. Í 2010 varð vísindalig grein útgivin í samstarvi við Roskilde Universitet, har øki kring býin vóru kortløgd við reyðum, har tað er serliga sannlíkt, at tilfar kann leypa oman av fjøllunum. Hesi økini fevndu um allar teir somu vegirnar, sum bæði kommunan og Føroya Politi evakueraðu stutt áðrenn jól. Tað er nógv, sum bendir á, at vit eru farin ov langt upp í fjøllini við okkara húsum. Bankar og tryggingarfeløg leggja møguliga hetta í geyma, men nógv verri er, at borgarar í býnum leggja lív og orku í at byggja sær heim, har ein ikki kann kenna seg tryggan, tá stórkavin bráðnar í vetrarhálvuni.

Tað hevur eisini fleiri ferðir verið uppá tal at byggja í Gerðabøi, har minnisvarðin í 1945 varð reistur fyri tey 29 fólkini, sum til samans lótu lív í tveimum skalvalopum í 18’indu øld. Hesin minnisvarði hevur virkað sum ein ávaringarsteinur og forðað nýggjari bygging í meira enn 250 ár. Á ein hátt kunnu vit samanbera hetta minnismerkið við sokallaðar ”tsunamisteinar”, sum við áskriftum ávara móti at byggja nýggj heim niðan fyri reista steinin. Teir aldargomlu steinarnir fram við japansku strondunum vitna um ein dýran lærupenga, men hava bjargað mannalívum hundraðtals ár eftir, at teir upprunaliga vóru reistir.

Vit kunnu eisini finna íblástur úr Íslandi, har jarðfrøðiliga urið tykist at tikka munandi skjótari enn her heima. Ísland hevur invisterað milliónaupphæddir í verjugarðar oman fyri bygdir aftan á fleiri syrgiligar vanlukkur í nýggjari tíð. Tí tað er ikki ein spurningur um, men nær næsta skriðan loypur.

Langtíðarplanlegging er av alstórum týdningi, bæði um vit taka atlit til búskaparligt skynsemi og at innrætta seg við virðing fyri eini øgiligari náttúru. Hvussu vit ítøkiliga koma víðari er tó hvørki einfalt ella lætt, men vit kunnu skipa býin meira í samsvari við eitt vaksandi vitanarstøði, um hvar sannlíkindi eru fyri omanlopi. Vit kunnu eisini leggja okkara álit á verjugarðar ella krossa fingrar og leggja álitið á aðrar hægri maktir.

Eg haldi, at vegurin frameftir krevur málrættaða og skilagóða býarmenning, har vit steðga við at spjaða byggingingina niðan í fjøllini og tá skapa ein tørv á túsundatals fermetrum av parkeringsplássum fram við vágni. Ein býarmenning við meira tættleika ger sær meira dælt av verandi infrakervi og kann tískil vera skynsamari at viðlíkahalda. Um flest borgarar hava stuttan tein millum bústað, handlar, tænastur og onnur menniskju, kann tað hava eina sosiala og savnandi ávirkan, sum fremur ein meira livandi og áhugaverdan bý.

Tað er dýrt og orkukrevjandi at stríðast móti náttúruni, og vit tapa fyrr ella seinni. Vit noyðast tí at skipa býin meira í samljóð við náttúruna. Hetta merkir, at vit broyta nakrar vanar, sum við nýtíðar planleggingardogma hava fest seg inn í okkara mentan og hugsunarhátt. Vit skulu ikki goyma áirnar undir asfaltið, men lata tær renna omaná, byggja tættari og lata fjallasíðurnar fáa frið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld