Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aldri skoði hon eygnalok morgunsroðans

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  07.01.2023 - 10:48 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Mest sjáldsamasti ministarapostur, sum  nakrantíð er settur í heimssøguni, er klimaministari!  Eg skilji ikki hetta starv. Her er jú eingin mótpartur at samráðast við, uttan gomlu veðurgudarnir Jupiter og Zeus úr gomlum sagnum hjá Grikkum og Rómverjum.

Tað eru onkrar útsagnar, sum siga meira enn aðrar.  Hendan útsøgnin  í  Bíbliuni hjá Job kap 3, v 9,  er søgd um eina dimma nátt við byrjan av einum mannalívið, sum tyktist at blíva heilt miseydnað, men sum tó bleiv ein sólskinsøga.

Skal ikki skrivað meir um hetta í hesum samanhangi  uttan tað, at  versið altíð hevur sagt mær sera nógv, og havi eg  mangan á morgunvakt, tá sólin kom úr havið, hugsað um hesa útsøgn, og hvussu lívið tó kundi laga seg til tað góða.

Sólin hevur verið sjáldan at sæð í vetur vegna dimmliga luft, men tó kundi hon síggjast handan Borðuna  nú ein morgun, men var tað bert eygnalok morgun- roðans, tí hon stendur so lágt á hválvinum hesa árstíðina - . Tó so, hon maktaði at kasta morgunroðan nakað vestur á luftina, og bar tað boð um ein góðan dag, og so bleiv.

Árið 2022 er nú aftan bak, og 2023 er byrjað. Veðrið hesar fyrstu dagarnar hevur hildnast væl, og hetta sást væl á tí tiltakandi mánanum.   Hann stóð so upprættur, nú hann tók til, og tað er altíð eitt tekin um eina góða veður- periodu, men tó kann verða okkurt físi.  Eg havi roynt at spurt onkran veðurkønan og onkran góðan matematikara, sum hevur áhuga í rúmdarverðini um hetta, men enn hevur eingin kunnað svarað hví so er.  Men svarið kemur kanska seinni.  Tó er hetta ein veruleiki!

Farna árið verður uttan iva vánaligasta ár, sum vit vita um til toskafiskiskap inni á Landgrunninum, ja heilt “bedrøviligt”.  Eg hoyrdi um 3 bátar frá Leirvík, sum í síðstu viku høvdu verið á floti í fjørðinum, og høvdu ikki fingið ein einasta fisk við toskaskræðu, so tað má sigast at vera heilt sjáldsamt.

Tó ikki meiri annarleiðis enn tað, at eg minnist mammu siga frá, at pápi og aðrir høvdu einaferð í 1930 árunum verið á floti ein heilan dag í januar og ongan tosk fingið, men bert nakrar brosmur.  Jú, sigast má, at alt sum verið hevur, kemur aftur.

Fiskifrøðingar hava  ikki fyri neyðini at skriða sær í nakkanum, tí fiskurin kemur aftur, um vit fiska ella ikki fiska!   Seinni í hesum ári vænti eg, at el Nino tekur til aftur, og so verður aftur fiskur at fáa.

Eg skal tí í stuttum siga mína hugsan um orsøkina til,  hví eingin toskur er, men ætli ikki á hesum sinni at útdýpa tað av nýggjum - tað havi eg so ofta gjørt, og tað er sjón fyri søgn, at tað hevur ikki verið nógv við síðuna av.

Ongantíð síðani í 1600 árunum, frá umleið 1635 og fram hevur ein so drúgv la Nina ligið yvir heimin sum hesaferð. Og ongantíð síðani regluligar mátingar eru blivnar gjørdar, hevur ein  la Nina  verið  samanhangandi í 3½ til 4 ár. Men nú hendi tað aftur .

Hetta fyribrigdi ávirkar alt margfeldi  og livilíkindi í øllum heiminum,  onkustaðni til tað góða, men í flestu førum til tað ringa, t.d. á okkara leiðum. Hetta er nattúran, sum ikki er skapt av mannahond, íð vísir sítt veldi!  Her verður ikki spurt eftir, um vit brenna torv, kol, gass ella olju, og heldur ikki um vit hava partrolarar ella flogfør.

Granskarar, og debattørar sum t.d.  kendi svenskarin Gabriel Oxenstjerne frá Lund, Bjørn Lomborg  frá Danmark, og eitt ótal av granskarum  um allan heim siga og halda, at hesar veðurlags bilgingar, sum hava verið seinastu árini við ovurhita og turki á lokalum støðum á sumri og nógvun kulda á vetri, ikki er skapt av manna áum men,  at orsøkin eru tær sera stóru rembingar á sólini seinastu árini, og sum eisini hava ávirkað hetta drúgva la Nina tíðarskeiði, og fleiri halda at CO 2  als einki hevur við veðrið at gera - ?

Men hesir granskarar, sum hava aðra veðurlagshugsan,  koma als ikki framat í fjølmiðlunum, tí teir passa ikki inn í klima-ráks-hugsanina , sum nú er.  Ikki kann tí sigast, at okkara góði demokratiski tali-frælsi kemur til sín rætt. Tí nú er tað ikki vitan, tað snýr seg um,  men stýring av hvussu mannaættin skal hugsa, og  politikkur og peningur.

Um so er,  at tey, sum meta og hugsa øðrvísi, kundu hugsa sær at rætt klimanum eina hjálpandi hond, so verður trupult hjá mannahond at gera nakað við sokallaða trupulleikan, um sólin er orsøkin, tí teir, sum hava kannað sólina, siga, at hitin á sólini er 5ooo gr  uttan á, og innan í kjarnuni er hann 15 mill gr hiti, so har verður trupult at  at stinga hondina inn og broyta sjuntin!  so her er nokk hjá klimabroytarum at hugsa um.

Rembingar í nattúruni  hava altíð verið og fara altíð at vera.  Og harvið skiftandi tíðir til kulda og hita, veður og vind á jørðini.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein sera áhugaverd bók skrivað, sum hevur navnið Grønlands Forhistorie.  Hon kom út hjá Gyldendal forlagnum. Bókin handlar um Grønlands-søguna frá byrjan av, tá tey fyrstu landnámsfólkini komu til Grønland, og til dagin í dag. Um allar tær nógvu fólkaflytingar í landinum,  sum komust av skiftandi kulda og hita, so fólkini máttu reika runt á hesum stóra kontinenti. Bókin sigur frá, hvussu fólk við útgrevstrum og harvið funnum lutum hava kunnað staðfest, hvussu hesi menniskju hava búleikast, og nøkulunda í hvørjum tíðarbili tey hava búð á hvørjum stað.

Tað, sum eg havi fest meg mest við í bókini, er hvussu nógvar klimabroytingar hava verði hettar tíðarskeiði, síðani eskimoarnir komu yvir um sundið frá Kanada og Sibiria og til dagin í dag, og vísi eg tí eina talvu úr bókini yvir eitt 4-5ooo ára tíðarskeið um, hvussu máttmiklar klimabroytingar hava verið hesi árini. Ikki av manna áum, men skaptar av natúruni.

Tað er tí sera neyðugt, at tey,  sum eru sett at valda og stýra landi okkara, stinga fingurin langt niður í jørðina, áðrenn tey gera  tápuligar klimaniðurstøður, sum eru við at útarma so mong samfeløg fíggjarliga í hesum døgum .

Mest sjáldsamasti ministarapostur, sum  nakrantíð er settur í heimssøguni, er klimaministari!  Eg skilji ikki hetta starv. Her er jú eingin mótpartur at samráðast við, uttan gomlu veðurgudarnir Jupiter og Zeus úr gomlum sagnum hjá Grikkum og Rómverjum.

Tó má eingin misskilja meg, vit eiga ikki at dálka meira enn hægst neyðugt!  Vit eiga at fara væl við náttúruni, sum vit eru sett at røkja. Vit eiga at verða góð við jørðina, sum vit eru sett á sum ferðafólk eitt stutt tíðarskeið, hava tað reint og liviligt. Hesa náttúru, sum á tíðarinnar morgni bleiv  handað okkum, og sum tá sagt bleiv um: Og alt var sera gott!

Kannið nú hesa talvuna um klimabroytingar i Grønlandi og metið so, um hetta er skapt av menniskjum.  Teir nýttu bert kajakkir og konubátar og onga olju og kol á teimum døgum at flyta seg við!

 

 

Gott nýggjar

Osmund Justinussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum