Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skeið: Mentalisering og kreativitetur í pedagogikki

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  10.01.2023 - 09:09 Tíðindaskriv Vinna

Tann 6. februar 2023 skipar Synergi fyri einum forkunnugum skeiðið, við tveimum námsfrøðiligum evnum. Kreativitetur og Mentalisering. Undirvísararnir Bente Lynge og Vicki Sieling eru serfrøðingar á økinum.

Dato: 6. februar 2023 | Freist: 19. januar 2023

 

Á skránni fyrrapartin | Lær at brúka mentalisering í dagliga arbeiðinum

Fyrrapartin á skeiðinum læra vit um fyribrigdi mentalisering í mun til relatiónir. Herundir lærir tú, hvussu tú við at mentalisera:

- Styrkir sjálvsálit, dirvi og forvitni hjá børnum og ungum

- Lærir betur at skilja og avlesa hvat barnið ætlar

- Regulerar og styrkir tínar egnu kenslur í samspælinum við børn

- Fyribyrgir og styrkir tína handfaring av ósemjum

- Styrkir tíni evni at spæla

 

Tú fært amboð við heim, so tú beinanvegin kanst arbeiða við mentalisering, tá tú kemur aftur til arbeiðis.

 

Á hesum videoklippið greiðir Bente Lynge frá um, hvat Mentalisering er >>

 

https://www.youtube.com/watch?v=udlMPq4YbHY

 

 

 

Á skránni seinnapartin | Lær at fáa eyga á og at brúka kreativu løturnar
Seinnapartin á skeiðinum, fáa vit vitan um nýggja definitión av kreativiteti. Vit síggja hvussu hugtakið verður víðkað og vit læra at fáa eyga á kreativu løturnar í dagligdegnum. Á skeiðinum lærir tú >>

 

- Hvussu tú kanst leggja til rættis ein pedagogiskan dagligdag, har tað er pláss til kreativar prosessir

- Tú fært eina rúgvu av praktiskum dømum um kreativar prosessir í einum dagtilboð

- Kom og fá 4 námsfrøðilig amboð, sum fremja kreativitet hjá bæði børnum og vaksnum

- Kom og fáa eitt boð uppá, hvussu tit fáa samstarv og ein skipaðan dagligdag, ið stuðlar undir menningini av kreativiteti á tykkara stovni/skúla

 

Skeiðið endar við, at tú fært nøkur amboð, sum tú kanst brúka á tínum arbeiðið, tá tú framyvir fert at seta fokus á kreativitet.

 

 

 

Hvønn er skeiðið ætla til?

Skeiðið er til tín, sum arbeiðir við børnum og ungum. Tað er bæði til faklærd og ófaklærd. Vit kunnu øll læra at brúka mentalisering og kreativitet eitt sindur betri, enn vit gera í dag. Tú fært konkret amboð heim við, sum tú kanst brúka, tá tú fert aftur til arbeiðis.

 

 

 

Kostnaður EINANS 1380 + mvg. | Íroknað okkurt gott undir góman

Skeiðið kostar einans 1380 kr. pr. pers. Tað er íroknað undirvísing við tveimum skeiðleiðarum. Harumframt ábit kl. 10. Frokost kl. 12 og seinnapartskaffi við dessert kl. 14.00. Og eru tit fleiri enn 3, fáa tit heili 10% í avsláttur!

 

Les alt um skeiðið her >>

 

 

Ps. Tað ber til at tekna seg á heimasíðuni, ella við at senda ein t-post til Synergi: synergi@synergi.fo

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja