Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hámessan – guðstænasta ella undirhald?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  13.01.2023 - 09:00 Bloggur Mentan

Tað fellur mær kortini eitt sindur fyri bróstið, tá eg hoyri lýsingar til sunnudagsguðstænastur, har boðað verður frá, at NN ella XX syngja, sum um tað gevur sunnudagsguðstænastuni eitt serligt innihald – serliga um tey samstundis ikki tíma til borðs við hinum Upprisna sjálvum!

 

Kristna høvusguðstænastan sunnudag – hámessan ella kvøldmáltíðin – hevur ikki sín uppruna í synagoguguðstænastuni, sum mong halda, men heldur í fríggjakvøldsbønini hjá jødum á samtíð Jesusar. Her var talan um eina messianska takkarmaltíð, ið tey kristnu skjótt gjørdu til sína egnu við hinum upprisna sum verti og borðharra.

Øll – trúgvandi ella ikki-trúgvandi – eru samd um, at Nýggja Testamentið er normativt fyri kristnu læruna; at tað er okkara høvuðskelda viðvíkjandi læru Jesusar, tí tess uppruni er so tættur at hendingunum, sum okkum ber til at koma. Men tey fægstu geva sær far um, at guðstænastan hjá teimum fyrstu kristnu eisini kann sigast at vera normativ fyri allar kristnar sunnudagsguðstænastur, tí tað var júst í hesum kristnu samkomunum, breyðbrótingini fyrsta dagin í vikuni, at tey varðveittu kristna boðskapin, inntil hann bleiv festur á blað.

Millum tey fyrstu kristnu vóru mong ymisk sløg av kristnum fundum – handan læstar dyr, innan- ella uttandura, og í Efesus leigaði Paulus t.d. eitt fyrilestrarhøli í tvey ár. Tí hjá teimum var tað umráðandi at bera boðskapin um Jesus víðari. Men tað var ein samkoma ella fundur, ið var øðrvísi enn allar aðrar, og tað var fundurin í lýsingini fyrsta dagin í vikuni, sum tey fyrstu kristnu kallaðu ”breyðbrótingin”, og fornkirkjan nevndi ”takkargerðin”, eucharistiin. Her sluppu bara tey doyptu at vera við til allan fundin. Tey, sum ikki vóru doypt, blivu send út aftaná prædikuna (ella bønina), og fingu ikki loyvi til at taka lut í heilagu máltíðini.

Fyrimyndin til hesa samkomuna tykist fyrst og fremst at hava verið jødiska sabbatsmáltíðin, har húsarhaldini í gamla Ísrael komu saman at takka fyri skapanarverkið og gávur Guðs (eucharisti), og fyri at minnast ferðina úr Egyptalandi til Heilaga Landið, manna’ið (einglamatin) í oyðimørkini og tey tíggju boðini (anamnese). Samstundis bóðu tey Jahve um at verða livandi til staðar teirra millum (epiclese) og gleddu seg til komu Messiasar. Talan var um eina hátíðarliga takkar-, minnis- og gleðisløtu.

Vit frætta frá Nýggja Testamenti og teimum Apostólsku Fedrunum, at tey fyrstu kristnu varðveittu hendan siðin. Fyrstu ferð, vit hoyra um tað, er, tá hin upprisni breyt breyðið saman við lærusveinunum fyrsta kristna páskakvøldið í søguni.

Tey fyrstu kristnu fóru rættiliga skjótt burtur frá sabbatinum og savnaðust í staðin uppreisnardagin – Harrans dag, sum her í Opinberingsbókini merkir Jesu dag, og ikki Jahve’sa dag. Tey góvu hendingini kristiligt innihald og takkaðu nú fyri skapanarverkið og kærleika Guðs mótvegis fólki sínum (eucharistiina); tey mintust frelsanarverk Jesusar, deyðan og uppreisnina (anamnesuna), og tey bóðu um Jesu (seinnri Andans) livandi nærveru teirra millum (epiclesuna) og tey gleddu seg til at hann fór at koma aftur. Eisini her var talan um eina hátíðarliga takkar-, minnis- og gelðisløtu. Tey fyrstu trý hundrað árini var tað enntá bannað at leggja seg á knæ undir hesi hátíðarløtuni, tí sambært kirkjufedrunum vóru guðsbørnini søgd at hava rætt til at standa við røttum ryggi framman fyri Skapara teirra undir bønini (almenna prestadømið)!

Seinni gjørdi kirkjan hesa hátíðarligu takkar-, minnis- og gleðisløtuna til eina biddaragongd fyri óverdugar syndarar, og hetta bleiv ikki mætari eftir trúbótina, har altargangurin bleiv til eitt slag av venjing fyri angrandi syndarar, heldur enn ein messiansk takkarveitsla við hinum upprisna sum borðharra. Sjálvandi eigur hvør einstakur, eins og Paulus sigur, at kanna seg sjálvan á veg til borð Harrans. Men tað er munur á at skelva av ótta fyri undirgangi, og so at ganga við gleði og takksemi fram móti uppreisnarglæmuni og himmalska manna’inum (panis angelicus), ið stendur okkum í boði í kvøldmáltíðini.

Tað vóru, sum longu nevnt, mong sløg av kristnum fundum í Nýggja Testamenti-tíðini og í fornkirkjuni, tí tey vistu eins væl og vit, at skalt tú røkka menniskju við kristna boðskapinum, so noyðist tú at hitta tey har, tey eru, og at tosa eitt mál, tey skilja, eins og nýta tónleik, tey skilja. Tað er bara umráðandi, at vit aldrin missa høvuðsgestin úr eygsjón! Hvørt til sína tíð, og hvørt til sítt høvið! Tað er neyvan nakar tónleikur, ið er syndugur, bara endamálið er tað rætta. Og sjálvandi eiga vit at nýta alla nýtímans tøkni í kristniboðanini, bara endamálið er tað rætta.

Í føroysku fólkakirkjuni hava tey trúføstu stundum gloymt, at guðstænastan sunnumorgun eigur at vera øðrvísi enn allar aðrar kristnar guðstænastur ella samkomur. Høvusguðstænastan sunnudag er altargangsguðstænastan ella hámessan, sum grannalondini hjá okkum kalla eukaristiina ella takkargerðina. Ein guðstænasta sunnumorgun, har prestur skipar fyri uttan kvøldmáltíð er ikki trúgv móti gomlum kristnum (NT) arvi! Eftir trúbótina bleiv mangan lagdur størri dentur á talaða orðið enn á sýnisbreyðið, sum seinni bleiv manna’ið í oyðumørkini og við Jesusi, hansara likami, blóði og likamligu nærveru í víni og breyði í messiansku takkarveitsluni.

Tað eru so mangar fatanir av, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt – eg ætli mær at vera hin seinasti at døma um, hvør ið er kristin, og hvør ið ikki er kristin.

Men tað fellur mær kortini eitt sindur fyri bróstið, tá eg hoyri lýsingar til sunnudagsguðstænastur, har boðað verður frá, at NN ella XX syngja, sum um tað gevur sunnudagsguðstænastuni eitt serligt innihald – serliga um tey samstundis ikki tíma til borðs við hinum Upprisna sjálvum! Ella skunda okkum til hús til sós og eplir, heldur enn at fara til borðs við hinum upprisna!

Tey, sum kenna mínar guðstænastur her í Danmark – danskar ella føroyskar – vita, at eg havi lagt stóran dent á góðan tónleik og sang undir hámessuni – men vit hava altíð borðreitt fyri hinum Upprisna eisini, sum eigur at vera høvuðsgesturin sunnumorgun. Hæddin í hámessuni er ikki sangurin, prædikan, bønirnar ella tónleikaframmførðslan hjá XX ella NN, men borðfelagsskapurin við hin Upprisna! Altargangurin er ikki eitt iskoyti til sunnudagsguðstænastuna, men sjálv guðstænastan, har hin Upprisni hevur lovað at vera likamliga til staðar í síni meinigheit!

Latum okkum ikki gera messiansku takkarveitsluna til eitt undirhalsborð og lokka fólk í kirkju við øðrum høvuðsnøvnum enn Jesusi sjálvum!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
OL París: Sverri í kvartfinaluni
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð