Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt alt vikuskiftið við kaldari og óstøðugari luft. Ælingar við vátakava og kava. Hitalagið fer at liggja um frostmarkið. | Mynd: Bergar Hvannastein

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.01.2023 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer tað at vera eitt kalt høgættarrák inn yvir Føroyar. Ættin fer at liggja ímillum landnyrðing og norðan.

Hitalagið er farið niður ímóti frostmarkinum, so avfallið er ikki longur regn, men vátakavi ella kavi.

Í dag, fríggjadag, er landnyrðingur, vindferðin liggjur um 3 til 8 m/s. Allan dagin í dag er skýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Onkra løtu í støðum kanska kavi. Hitin í dag fer at liggja úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Í morgin, leygardagin, er framvegis landnyrðingur, veksandi vindur úr 3 til 8 m/s um morgunin upp í 10 til 15 m/s seinnapartin. Um kvøldið er aftur minni vindur, 5 til 10 m/s, og ættin hækkar upp í  norðan. Allan dagin skýggjað og kavaæl, tó klárnar tað eitt sindur út á kvøldið. Um náttina smáskýggjað og ælaveður. Hitin í morgin fer at liggja úr 2 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Sunnudagin er ættin norðan, vindur um morgunin 5 til 10 m/s, men veksur upp í 8 til 13 m/s út á fyrrapartin. Smáskýggjað allan dagin, fyrrapartin kavaæl, men seint fyrrapartin og restina av degnum fer tað at kava.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar