Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt og kalt fyrra partin av vikuni. So at siga alla tíðina skiftandi skýloft, sum tað eisini er á myndini omanfyri, og kavaæl. Onkra løtu nokkso tjúkt avfall; aðra løtu lítið ella einki avfall. Hósdagin slr út til at vera liðugt við høgættini á hesum sinni. Dagarnir eftir tað er tað lágætt við tjúkkum gráum skýggjum og skiftandi løtur við regni. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.01.2023 - 07:00 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuni kann býtast í tvey. Eitt lágtrýst stendur yvir Vesturnorra og sendir kalda luft hendavegin. Tí fer fyrra partin av vikuni, t.e. hetta til hósdagin, at vera liggjandi høgætt við skiftandi høgætt við kavaælingum mestsum alla tíðina.

Eftir miðvikuna nærkast eitt lágtrýst vestaneftir, og hósdagin seinnapartin fer vindurin at mala úr ymsum ættum í nakrar tímar, og so gongur ættin allan vegin niður í sunnan. Tá verður lýggjari, gráari loft og regn heldur enn kavi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaælingar. Tá ið liðið er út á seinnapartin, gongur ættin vestur um til útnyrðing eina løtu, men út á kvøldið hækkar hann aftur til norðan og so eysturum og niður í landnyrðing. Vindferðin mestsum tann sama allan dagin, 3 til 8 m/s, og skiftandi skýloft og kavaæl.   

Hitin mánadagin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

Týsdag: Norðan, um náttina 3 til 8 m/s, men um morgunin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og kavaælingar. Seinnapartin klárt og fyri tað mesta turt – t.e. einki avfall. Um kvøldið er eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s, og aftur skiftandi skýloft og kavaælingar

Hitin týsdagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Mikudag: Norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl allan dagin.

Hitin mikudagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdag: Útnyrðingur, minkandi vindur úr 5 til 10 m/s um náttina niður um 5 m/s á middegi. Skýggjað og bert okkurt kavaælið um náttina, um morgun skýggjað einki avfall. Um middagsleitið fer ættin at mala út ymsum ættum, og tá ið liðið er nakað væl út á seinnapartin, er ættin um sunnan, og vindurin veksandi, upp í 5 til 10 m/s. Allan seinnapartin og kvøldið skýggjað ella smáskýggja og fyri tað mesta turt.  

Hitin hósdagin fer at liggja millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

Fríggjadag: Sunnan, veksandi vindur úr 3 til 8 m/s um náttina upp í 8 til 13 m/s á middegi. Allan fyrra partin av degnum skýggjað og fyri tað mesta turt. Seinnapartin og restina av degnum sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn.

Veksandi hiti fríggjadagin úr eini 2 kuldastigum um náttina upp í 9 stig seint seinnapartin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing