Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar á veg av um tvøran

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  19.01.2023 - 10:00 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Her er okkurt spinnandi galið í Føroyum!

 

Meðan arbeiðspláss, sum skulu ansa okkara børnum, eldru, sjúku og veiku skríggja eftir arbeiðskraft, streymar útlendsk arbeiðsmegi til landið at manna arbeiðspláss, sum ikki krevja serligar førleikar. Hesi fólkini duga ikki føroyskt av góðum grundum, og tí kunnu tey ikki røkja størv, sum gagna fólkinum í landinum. Tey trýsta eisini sperda føroyska bústaðarmarknaðin, sum ger støðuna truplari hjá teimum, sum búgva her, og sum ikki eru før fyri at gjalda høga húsaleigu.

Samstundis sigur alment stuðlaða ferðavinnan, at vit mugu fáa fleiri ferðafólk til landið, tí ov nógvar sengur standa tómar á stóru nýggju gistingarhúsunum, og nú skal eitt nýtt og stórt gistingarhús byggjast afturat í Klaksvík. Ein vaksandi ferðavinna, sum trýstir føroysku náttúruna, og sum fer at kappast við manglandi arbeiðsmegina í landinum og/ella mannast við útlendingum. Hvørjum gagnar hetta? Avgjørt ikki vanligum føroyingum!

Alivinnan skal vaksa, virki skulu byggjast á landi at meirvirka uppisjóvarfisk, og ætlandi skulu allar vinnur vaksa, mennast og økjast. Samstundis er stórur tørvur á læknum og serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsuhjálparum og so víðari, og so víðari. Hetta hongur ikki saman!

Føroyar eru ávegis at gerast eitt samfelag fyri stórar vinnufyritøkur, sum partvíst verða mannaðar við vaksandi útlendskari arbeiðsmegi. Og hvat gera og siga vit vanligu føroyingar? Jú, vit standa bara og hyggja at, og verða slept upp á fjall. Fyri okkum sýnist tað nóg mikið, at nøkur fá av okkum eru í heimsflokki.

Vit velja politikkarar, sum skulu umboða, gagna og tæna øllum føroyingum. Men hvar er politiska stýringin, og er tað politiski myndugleikin, sum stýrir? Fyri mær at síggja, eru tað aðrar og sterkari kreftir, sum stýra landinum og kósini í samfelagnum. Er hetta tað samfelagið, vit vanligu føroyingar ynsktu okkum?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…