Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anna Falkenberg á fólkatingi í gjárkvøldi | Mynd: folketinget.dk

Nú er Barentshavsflotin veruliga í vanda

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2023 - 10:33 Leiðarin Politikkur Vinna

Ísurin undir teimum familjunum, ið hava sítt livibreyð frá fiskivinnu í russiska partinum av Barentshavinum, gerst tynri og tynri. Áðrenn valið vóru minst 2 av samgonguflokkunum fyri at avvikla fiskaríið í Barentshavinum, og fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur somuleiðis róð framundir, at hann ynskir tað at steðga tí. Nú meldar Anna Falkenberg seg eisini í kórið.

 

Á Fólkatingsins røðarapalli hevur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, nú givið til kennar, at eisini hon ynskir at útfasa fiskiskapin í Barentshavinum. Orðarætt segði hon m.a., at “Min forudsigelse er, at aftalen ikke bliver forlænget til 2024”. Hon segði somuleiðis, at tað var hennara egna meining, og sostatt ikki neyðuga meiningin hjá øllum Sambandsflokkinum, men tað avsannaði hon heldur ikki.

Harvið eru bæði føroysku umboðini á Fólkatingi, ið bæði koma úr Suðurstreymoy, ímóti at fiskiveiðiavtalan við Russland verður longd til 2024 eisini, og tað merkir, at ongin á Fólkatingi umboðar tann føroyska fiskimannin.

Áður hava vit eisini hoyrt búskaparfrøðingar sagt, at tað ikki ger so nógv, at kvoturnar í Barentshavinum fara fyri bakka, tí sjómenninir kunnu bara gera okkurt annað. Hesin tónin varð eisini brúktur, tá ið Sjúrðarberg í 2018 varð seldur og manningin uppsøgd. “Teir kunnu bara gera okkurt annað”.

Sostatt eru stjórnargrundarløgini bæði í Føroyum og Danmark nú fyri at steðga fiskivinnuni í russiska partinum av Barentshavinum, og við hesi útmeldingini frá Onnu Falkenberg hella í øllum førum partar av Sambandsflokkinum eisini tann vegin.

Eftir kontroversiellu útsøgnina hjá Onnu Falkenberg á Fólkatingsins røðarapalli skyldar Sambandsflokkurin nú føroyska fiskimanninum og hansara familju at tóna reint flagg. Flokkurin má melda greitt út, hvønn hugburð hann hevur til Barentshavsflotan. Ongantíð ov skjótt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026