Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg segði bara sannleikan, tá eg á fólkatingi varð spurdur um samstarvið við Russland 

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  24.01.2023 - 00:20 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Eg tók ikki málið um samstarvið við Russland upp í míni framsøgurøðu á fólkatingi hósdagin. 


Eftir røðuna bleiv eg kortini spurdur, hvussu eg væntaði tað bleiv við hesum samstarvi. 


Eg svaraði, at eg væntaði, at tað endaði, tá hetta árið er úti. 


Hví segði eg tað? 


Tað segði eg, tí fýra flokkar - Tjóðveldis- Javnaðar- Miðflokkurin og Framsókn - púra, púra greitt hava sagt, at samstarvið við Putinsa Russland skal steðga. Einasta grund til, at teir stuðlaðu nýggju avtaluni fyri 2023 var, at einki annað var fyrireikað. Við nýggju avtaluni góvu vit so okkum sjálvum eitt ár at broyta kós.


Skuldi eg siga sannleikan kundi eg tí ikki siga annað enn tað, eg segði.


Eg bleiv eisini spurdur, hvør mín persónliga hugsan var. Tað er ikki hon, sum hevur týdning, tí eg siti ikki á løgtingi. Men eisini í hesum føri mátti eg siga sum var: eg haldi málið má vera at steðga samstarvinum.


Tað haldi eg bæði av politiskum og búskaparligum orsøkum.


Annars havi eg tosað við nógvar vinnulívsmenn, sum síggja sera stórar møguleikar fyri inntøkum og arbeiðsplássum, um vit sjálv fiska tær ovurhonds nøgdir av fiski, sum vit lata russum.


Tað er eisini onkur serkønur, sum hevur rokna seg fram til, at avtalan við Russland gevur gigantiskt undirskot fyri Føroyar.


Og so eru nógvir fiskimenn, sum siga, at russar fiska nógv meir enn tað, teir hava rætt til sambært avtaluni.


Hvat sigur Vørn til tað? Vørn sigur, at teirra eftirlit við russisku skipunum als, als ikki er nøktandi.


Tað kundi verið gagnligt, um allar hesar røddir komu meira fram. Tí tað einasta, sum verður endurgivið alment, er ein LOYNILIG útrokning hjá undanfarna landsstýri. Hon vísti, at avtalan við Russland hvørki gevur vinning ella hall, men stendur nøkulunda upp og niður.


Nei, bíða nú. Undanfarni fiskimálaráðharri legði eisini eitt tal fram, sum vísti, at avtalan klárt er til fyrimunar fyri Føroyar.


Seinni mátti Árni Skaale tó sjálvur ásanna, at tað, hann hevði pástaðið, var ósatt..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi