Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skal fiskivinnan umstilla seg til aðrar vinnuvegir enn Barentshavið, áttu boð longu at verið komin um, at fiskiskapurin har helt uppat við árslok, og nýggju vinnuvegirnir settir út í kortið. Men løgmaður vil framvegis ikki melda greitt út, helst vegna innanhýsis ósemju í samgonguni | Mynd: kvf.fo

Falkenberg sett upp á pláss – Javnaðarflokkurin framvegis ullintur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2023 - 23:55 Leiðarin Politikkur Vinna

Herfyri eftirlýstu vit, eins og aðrir miðlar, at m.a. Sambandsflokkurin tónaði reint flagg við at melda greitt út, hvar hann stendur í málinum um fiskiveiðuavtaluna við Russland um Barentshavið. Tað hevur flokkurin nú gjørt, og støðan er, at Sambandsflokkurin tekur undir við, at fiskiveiðuavtalan heldur fram. Javnaðarflokkurin er hinvegin framvegis ógreiður og fæst ikki at siga, um Sjúrður Skaale við síni útsøgn umboðar flokkin ella ei.

 

Grundin til eftirlýsingina eftir eini greiðari útmelding komst av kontroversiellu útsøgnini hjá Onnu Falkenberg á Fólkatingi, har hon sá fyri sær, at fiskiveiðuavtalan helt uppat við árslok 2023. Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, sigur hinvegin við Kringvarpið, at Sambandsflokkurin ynskir, at fiskiveiðuavtalan heldur fram.

Umframt Sambandsflokkin ynskir Fólkaflokkurin eisini, at fiskiveiðuavtalan heldur fram. Argumentini hjá stóru andstøðuflokkunum eru fleiri, m.a. argumentið, sum ST eisini hevur ført fram, um at matvørur eiga at verða undantiknar frá sanktiónunum, og so argumentið um føroysku arbeiðsplássini í Barentshavinum, ið geva breyð á borðið til nógvar føroyskar familjur, sum støðan er í dag.

Har Bárður á Steig Nielsen soleiðis hevur sett Onnu Falkenberg upp á pláss, so vildi Aksel V. Johannesen ikki gera tað sama mótvegis Sjúrði Skaale, sum hevur gjørt tað sama sum Anna og sagt á Fólkatingi, at eisini hann sær fyri sær, at samstarvið við Russland heldur uppat, og hann fór eitt stig víðari og segði, at útflutningurin til Russlands átti at verið steðgaður við lóg.

Løgmaður var í Degi og Viku hóskvøldið og segði, at hann og samgongan vilja ikki melda nakað út enn, tí tað var óheppið, um samgongan gjørdi tað sama sum undanfarna og læt uttanríkisráðharran siga eitt og fiskimálaráðharran siga tað øvuta. Eftir hesum at døma eru ósemjur sostatt eisini í samgonguni, og løgmaður fekst tí ikki at siga, hvørt hann stóð aftanfyri Sjúrð Skaale ella ikki – bert at Sjúrður hevði rætt til at hava sína meining sum fólkatingslimur.

Ein orsøk til, at løgmaður ikki metir tað vera ráðiligt at fara út við síni støðu enn, kann hugsast at vera nýggi tingmaðurin hjá Tjóðveldi, Eirikur í Jákupsstovu. Hann meldaði greitt út áðrenn valið, at hann ikki ynskti avtaluna við Russland strikaða, í øllum førum ikki her og nú. Portalurin visti at siga, at “Síðan hava onnur valevni og fólk við tøttum tilknýti til flokkin tikið undir við hesi áskoðan, og tað fær nú floksskrivstovuna at reagera”, og tríggjar dagar seinni meldaðu bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin út, at teir ikki tóku undir við at strika samstarvið fyrrenn í fyrsta lagi við árslok 2023. Flestøll tingfólk tóku sostatt undir við at leingja sáttmálan til og við 2023.

At løgmaður ikki sær seg føran fyri at melda nakað út enn, er ein greið ábending um, at har eru røddir í baklandinum hjá honum, ella í øllum førum í baklandinum hjá samgonguni, ið vilja hava fiskiveiðuavtaluna við Russland at halda fram, eisini eftir 2023. Tað er væl skiljandi, at løgmaður ikki vil hava hesa ósemjuna fram í ljósið, men tá bæði Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hartaðu undanfarna løgmann fyri onki at gera við málið alt 2022, so kunnu teir illa verja at súlta málið ov leingi sjálvir.

Innan leingi verða samgonguflokkarnir eisini noyddir at tóna reint flagg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund