Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havsbrún í 1980 unum við 91.000 pundum av upsa

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  30.01.2023 - 21:29 Mentan Vinna

Nú hevur 50 tonsarin Havsbrún ligið og "gnaðað gummi" við Stengarbrúgvarnar í nøkur ár, men onkuntíð hevur hann fingið nógvan fisk tey árini, hann var í vinnu í Klaksvík.

Á myndini, sum er frá fyrst í 1980 unum, er hann komin av Munkagrunninum við 91.000 pundum av upsa. Hendan stóra rúgvan fekst ikki í lastina, og tí høvdu teir umleið 30.000 pund á dekkinum. Báturin liggur klárar at landa stóru veiðuna á Eiði.

Trúgvi Kallsoy, sum búði á Eiði, var skipari á Havsbrún henda túrin. Hann var fiskiklógv, og hann fekk altíð nógvan fisk, uttan mun til hvørjum hann royndi eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja