Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ vann tepran sigur á ÍF

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  01.02.2023 - 20:41 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

KÍ spældi venjingardyst á heimavølli í góðveðrinum í kvøld.

KÍ spældi við blandaðum liði, har fleiri leikarar spældu við, ið til dagligt ikki eru partur av besta hópinum. KÍ skal spæla venjingardyst á Eiði aftur skjótt og tað var orsøkin. ÍF var verjukent frá byrjan, men sum fráleið komu fuglfirðingar betri við og teir størstu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki átti ÍF, men Markus O. Pettersen í KÍ-málinum bjargaði tríggjar ferðir, harav tann eina bjargingin var í serflokki.

Eitt mál kom í dystinum og tað skoraði KÍ móti endanum. Mads B. Mikkelsen sendi hornaspark innfyri, har Luc Kassi stýrdi bóltinum í málið.

 

KÍ-ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Luc Kassi (Upplegg: Mads B. Mikkelsen)

 


KÍ (4-3-3): Markus O. Pettersen – Símin Kalsø, Heini Vatnsdal, Jákup N. Vilhelmsen, Rógvi Ey. Jacobsen – Dávid B. Andreasen, Luc Kassi, René S. Joensen - Silas Gaard, Jóhan Josephsen, Tóki á Lógv.

Í hálvleikinum og seinni komu hesir inn: Jákup B. Andreasen, Kristian Eliasen, Mads B. Mikkelsen, Patrick Da Silva, Páll A. Klettskarð, Steinbjørn Olsen og Ari M. Jacobsen á vøllin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!