Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oddur Joensen fær góð ummæli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2023 - 19:08 Mentan Tíðindi

Herfyri gav klaksvíkingurin Oddur Joensen, sum í løtuni tekur bachelorútbúgving í guitarspæli í Oslo, út útgávuna Eyes Wide Open. Oddur hevur áður spælt saman við t.d. Bárði á Lakjuni, Daniu O. Tausen og Kristian Blak, men útgávan Eyes Wide Open er eitt soloavrik, og fær hon í dag heilt gott ummæli í Stacja Islandia.

 

At klaksvíkingar framvegis sláa tónan ann, er Oddur Joensen gott dømi um. Klaksvíkin er helst best kend fyri sínar tónleikabólkar, sum hava verið størstir í landinum, men av og á kemur eisini ein talentfullur einstaklingur á pallin, og ein tílíkur við stjørnupotentiali er Oddur. 

Hóast soloavrik hevur Oddur fingið góða hjálp frá Vinjari Egilsnes Petersen og Theodor Kapnas í Studio Bloch; útgávan er mastrað av Georgios Nerantzis og listprýðingini hevur Bárður Dal Christiansen staðið fyri. Kristian Pauli Ellefsen, Hjørtur Pætursson Háberg og Sámal Johannesen hava verið við til at fyrireika, og steel-guitarin hjá Heðin Ziska Davidsen hoyrist eisini á nøkrum av løgunum. Men Oddur hevur sjálvur skrivað øll løgini og framleitt tey.

Ummælið í Stacja Islandia, ið er stak positivt, endar við orðunum “Oddur Joensen has great potential. I am looking forward to his next release. Thumbs up for him and his music.”, t.e. at ummælarin metir Odd hava sera góðar menningarmøguleikar, og at hann sær fram til næstu útgávu, meðan Oddur sjálvur og hansara tónleikur fær tumlar upp.

Ummælið kann lesast í fullari longd á enskum (ella polskum, um ein vil) og sangirnir kunnu hoyrast á:  http://www.stacjaislandia.pl/aktualnosci/muzyka/recenzje-albumow/oddur-joensen-eyes-wide-open-recenzja)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja