Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat vil Sjúrður sjálvur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2023 - 13:17 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er gleðiligt at síggja, at fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale í lesarabrævi vil stuðla Ukraina fíggjarliga, heldur enn at seta kílar í føroyska fólkið við at uppsiga fiskiveiðuavtaluna við Russland við teimum fatalu avleiðingunum fyri føroyingar, sum tað nú einaferð hevur. At hann so vil hava eitt filosofiskt kjak um, hvørji vit eru, er sín søk, men tað, sum vit hava tørv á, eru greiðar útmeldingar. Frá bæði donsku og føroysku stjórnini.

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað er í fínasta lagi og púra beint, at Sjúrður Skaale spyr donsku stjórnina um samhandilin millum Danmark og Russland. Tað er eisini heilt í lagi, at Sjúrður harmast yvir og finnist at, at onkur skjýtur honum motiv í skógvarnar, sum hann ikki kennist við. Tað kann gera tað sama, hví Sjúrður setir spurningin; tað einasta, sum er áhugavert við spurninginum, er, sum hann eisini sjálvur sigur, at fáa tølini og fakta á borðið.

Men so ger Sjúrður tað sama ímóti Eiriki í Jákupsstovu og skrivar, hvat “mundi verða júst tað, Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður, hevði í huga, tá hann um miðjan november sum valevni skeyt upp, at vit ikki skuldu siga upp fiskivinnuavtaluna við Russland, men í staðin stuðla Ukraina peningaliga.”

Tað er ikki neyðugt at gita um, hvat Eirikur hevði í huga. Tað stóð í somu grein, nevniliga at tað hjálpir ikki ukrainska fólkinum, at vinnulív og fiskimenn í Russlandi og Føroyum missa møguleikarnar at vinna til lívsins uppihald (orðarætt endurgivið). Tað er sera greið tala, og tað er onki løgið í, at tað beinanvegin fekk undirtøku millum allar flokkar uttan Sjálvstýri, sum kanska av teirri orsøk endaði undir tinggátt.

Í lesarabrævinum flytur Sjúrður Skaale síðani fokus (les: varpar ljós) á hin partin av áheitanini hjá Eiriki í Jákupsstovu, nevniliga partin um at senda Ukraina peningaliga hjálp í staðin fyri. Sjúrður hevur rætt í, at tøgn hevur verið um tann partin, men Eirikur í Jákupsstovu hevur sparkað bóltin (uppskotið um at lata Ukraina 20 mió.) út, og hann liggur nú hjá Landsstýrinum og fíggjarmálaráðfrúuni.

Og Sjúrður Skaale hevur sjálvur ongantíð á ævini havt so stórt vald sum nú. Hansara flokkur og systurflokkur hevur stjórnarleiðsluna í bæði Føroyum og Danmark, og hann kann einsamallur maður koppa donsku stjórnini, um hann vil. Tað vil hann neyvan, men hvat vil hann so?

Í løtuni bíða vit eftir bæði donsku stjórnini og teirri føroysku, ið ávikavist skulu svara spurningunum frá Sjúrði um dansk-russiska samhandilin og melda út, hvussu Føroyar skulu stuðla Ukraina. Undir hesi bíðitíðini kundi Sjúrður Skaale hóskandi spælt út við, hvat hann sjálvur vil, t.d. gjørt eins og Jákupsstovumaðurin og sagt, hvussu nógvum pengum hann heldur at Føroyar og/ella Danmark áttu at latið Ukraina.

Tað er í øllum førum gleðiligt fyri okkum, sum ynskja frið, at fokusið nú fer tann vegin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv