Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dalibor Savic og Mikkel Dahl | Mynd: hb.fo

Tí hevur HB meldað avboð til Klaksvíkskappingina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.02.2023 - 14:26 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur tosað við HB-venjaran Dalibor Savic.

Í vikuni segði Tummas Lervoig, formaður í KÍ, við FM1, at HB hevði meldað avboð til Klaksvíkskappingina, sum verður 18. og 15. februar. Norðlýsið hevur spurt HB-venjaran, Dalibor Savic, um orsøkina og hann nevnir fleiri.

- Høvuðsorsøkin er, at hetta er eitt keðiligt tíðspunkt at spæla tveir dystir uppá tríggjar-fýra dagar. Vit hava næstan onga viku havt optimalar umstøður, og vit ynskja, at kunna hava nakrar venjingar og kunna gera okkum klárar til kappingarbyrjan. Vit ynskja ikki vøddaskaðar og serliga ikki so stutt undan kappingarbyrjan, sigur Dalibor Savic.

 


VFF Cup skuldi byrja seinni

Vit spyrja Dalibor Savic um, hvussu hann heldur Klaksvíkskappingin skuldi verið skipað, um HB skal luttaka í henni í framtíðini.

- Fyri tað fyrsta so byrjar VFF Cup alt ov tíðliga. Vit spældu fyrsta venjingardyst 17. januar og byrjaðu at venja 10 dagar frammanundan. 17. januar er hópurin ikki klárur til at spæla ein venjingardyst. So VFF Cup skuldi byrja um mánaðarskiftið. Síðani kundi Klaksvíkskappingin ligið sum hon er nú, tí hon liggur fínt, men við 6-7 døgum millum dystirnar, so hon eisini lá síðsta vikuskiftið, áðrenn landskappingin byrjaði. So kundi Stórsteypadysturin ligið í apríl-mai. Tað er ikki óvanligt í øðrum londum, at stórsteypadysturin liggur eftir, at landskappingin er byrjað. Tí tá landskappingin hevur koyrt í nakrar vikur, so er kropsliga støðan heilt øðrvísi hjá leikarunum, og tá kunnu teir spæla onkrar dystir við trimum-fýra døgum millum dystirnar. Sum nú er, so eru alt ov nógvir venjingardystir áðrenn kappingarbyrjan uppá stutta tíð, og tað ger, at man fær næstan ikki vant. Tí síðstu venjingina uppundir dyst er tað rólig venjing og dagin eftir dyst er tað rólig venjing. Hevur man so tveir dystir um vikuna, so er næstan eingin vanlig venjing, sigur Dalibor Savic við Norðlýsið.

 

KÍ, Víkingur og B36 luttaka í Klaksvíkskappingini, meðan EB/Streymur hevur fingið bjóðað plássið hjá HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld