Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kavi fer ikki vekk í bræði | Mynd: Erik Christensen

Kavaælini og veturin halda á eitt sindur afturat

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.03.2023 - 07:59 Tíðindi Veðrið

.. í øllum føri til fríggjadagin og helst eisini í vikuskiftinum, hóast broytingarnar í veðrinum eru eitt sindur óvissar.

Veðurstova Føroya skrivar: Veðrið hjá okkum er í hesum døgum stýrt av einum máttmiklum hátrýsti, meiri enn 1040 hPa yvir Grønlandi. Vit liggja eystan fyri miðjuna á hátrýstinum, tað er í teirri køldu síðuni við einum luftráki norðaneftir við kavaælingum.

Tó fer kavi at detta niður yvir Føroyar í ælingum. Hóast tað viðhvørt er eitt sindur longri millum ælini, og sólin sleppur framat, fer hitalagið framvegis at liggja lágt – eisini undir frostmarkinum í fleiri støðum um dagin.

Føroyar í kalda luftrákinum av landnyrðingi norði. Tey sprøklutu skýggini eru vanlig skýggj við ælingum í óstøðugari luft við kava, men lova eisini sólini niðurímillum.

Vit kunnu fegnast um, at hitin í havinum er so mikið høgur, at hitalagið á landi í Føroyum ógvuliga sjáldan fer niður um 5 stig.

Februar og mars mánaðir eru teir kaldastu. Tann kaldasti, sum er máldur her í Føroyum, var í 1979, tá ið hitin fyri samdøgrið miðal var -0,3 stig. 

Tað kaldasta sum er mált í Føroyum síðan 1953 er -12,3 stig. Tað var 4. mars 2001 á flogvøllinum í Vágum. Tá lógu Føroyar í einum óvanliga køldum luftráki av Norðpólinum.

Hægstu og lægstu mátingar í hvørjum mánað í Føroyum

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…