Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum

SKRIVAÐ: Visit North  |  15.12.2025 - 12:05 Mentan Tíðindi

Í vár verður tónleikavikan Várljóð í Norðoyggjum – ein vika, har livandi tónleikur verður framførdur um allar norðoyggjar. Leygarkvøldið 11. apríl verður endabrakið í Varpinum, tá stórfingin heiðurskonsert verður fyri Teimum av Kamarinum.

 

Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjun var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á ólavsøku er sjón fyri søgn, tá løg hjá Nicolinu javnan verða sungin av túsundtals fólki á Vaglinum til miðnáttarsangin.

Tey av Kamarinum vóru eisini røsk at taka útlendskan tónleik til sín og týða hann til føroyskt. Bólkurin varð stovnaður í 1955 og gjørdist skjótt ómetaliga vælumtóktur. Tey spældu konsertir og til veitslur og dans, og lótu frá sær plátur og løg – tónleik, sum enn í dag er at hoyra og verður framførdur. Sama hvar tey spældu, vóru hølini á tremur við spentum áhoyrarum.

Heiðurskonsertin leygarkvøldið 11. apríl verður ein stásilig og virðilig heilsan og heiðran av tónlistarliga arvi teirra. Fleiri av føroya fremstu tónleikarum fara at framføra og tulka løg teirra. Hvørjir hesir tónleikarar eru, verður kunngjørt í næstum, men vit kunnu lova, at talan er um tónlistafólk av ovastu hill.

Harafturat verður eitt satt stjørnuhúsorkestur á pallinum, sum fer at spæla undir hjá teimum frálíku artistunum.

Málið er, at vit øll fara trallandi úr Varpinum, meðan vit aftur murra løg sum “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur”, “Mín fyrsta flamma” og mong, mong onnur.

Eisini verður frásøgufólk á konsertini, sum fer at siga frá søgum um bólkin og ættina, og greiða frá, hvussu tað var at vera – kanska – fyrstu poppstjørnurnar í Føroyum.

Kom við á tónleikaferð, sum lyftir tónleikaarv teirra av Kamarinum inn í nútíðina.

 

Keyp atgongumerki her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið