Lýsing
Lýsing
Margit Stórá er uppskotsstillari til hesa nýggju royndina at fáa føroyingar at arbeiða meira. | Mynd: KvF.

Føroyingar skulu arbeiða longri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.12.2025 - 07:17 Politikkur Tíðindi

Í dag fer Løgtingið at viðgera uppskotið frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, um, at føroyingar framyvir skulu arbeiða, til teir eru í minsta lagi 69 ár. Og møguliga verður als ikki steðgað har, tí uppskotið letur upp fyri at leingja pensjónsaldurin 2 ferðir afturat í 2030’unum.

Lyftið hjá 2 av samgonguflokkunum um at lætta um hjá føroyingum við styttri arbeiðsviku tykist vera endaliga slept, meðan í staðin er komið eitt uppskot frá Almanna- og Heilsumálaráðnum um, at eldri fólk skulu arbeiða til 69-ára aldur frá 2038 at rokna. Og latið verður upp fyri møguleikanum at leingja arbeiðslívið enn longur inn í ellisárini í 2031 og 2034, tá støða til pensiónsaldur skal takast av nýggjum.

Í 2024 hækkaði pensiónsaldurin til 67,5 ár, og í 2030 hækkar hann enn einaferð til 68 ár. Tað er longu avgjørt, og var tað eisini ein samgonga við hesum trimum flokkunum, sum í dag manna Landsstýrið – Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn – ið avgjørdu tað.  

Nú er ætlanin at fara tvey stig víðari. Ætlanin er at hækka pensiónsaldurin til 68,5 ár í 2035, galdandi fyri fólk, ið eru fødd millum 1. januar 1967 og 30. juni 1969.

Og tann 1. januar 2038 skal pensiónsaldurin hækkast enn meira, til 69 ár, galdandi fyri øll, ið eru fødd eftir 30. juni 1969.

Tað sæst, at Landsstýrið ætlar, at føroyingar skulu arbeiða uppaftur meira, tí á s. 7 stendur, at hækkingin til 69 ár bert er ein fyribils hækking. Harumframt stendur í uppskotinum, at støða skal takast til at áseta pensiónsaldurin, ið skal galda frá 1. januar 2041, í seinasta lagi í 2031, og pensiónsaldurin frá 1. januar 2044 skal ásetast í seinasta lagi í 2034.

Í vár ynskti Landsstýrið, at pensiónsaldurin skuldi vera 70 ár frá 2042 at rokna. Tað uppskotið varð tikið aftur í mai, eftir at so at siga øll fakfelagsrørslan vendi sær ímóti ætlanini. Nú er ætlanin so 69 ár frá 2038 av, og síðani verður tað upp til komandi politikarar at gera av, um farast skal enn longur upp í ellisárini. 

Tá uppskotið um 70-ára pensjónsaldur varð tikið aftur í mai, hoyrdist høvuðsorsøkin at vera, at partar av samgonguni/Javnaðarflokkinum á Løgtingi ikki tóku undir við tí. Tí er ávísur spenningur framvegis um, hvørt tað eru 17 atkvøður fyri nú. Andstøðan kann væntast at atkvøða kollektivt ímóti.   

Uppskotið um hægri pensiónsaldur er tað næstseinasta punktið á skránni á tingfundinum í dag, sum byrjar kl. 10.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…
Greiður sigur til Stjørnuna