Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjaldrið og várið hoyra saman

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.03.2023 - 13:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Veðrið má sær sjálvum ráða, og veðurvánirnar fyri komandi vikuna siga frá framhaldandi kava. Hóast várið er komið við vónum um lýggjari tíðir, so síggja vit, at kavin liggur tjúkkur yvir bø og ong.

Sunnudagin 12. mars er grækarismessa, sum hevur navn eftir Grækaris mikla páva, sum doyði 12. mars í 604.

Tað er vanligt, at skipað verður fyri grækarismessuhaldi ymsastaðni í landinum og soleiðis verður eisini í ár. Grækarismessudagur er almennur flaggdagur í Føroyum.

Tjaldrið boðar frá vári og á grækarismessu bjóða vit tjaldrinum vælkomið, hóast tjøldur síggjast við strendurnar, áðrenn tað.

Næmingarnir í 1.d og 2. d eru farnir í holt við at tekna tjøldur. Teimum dámar væl at tekna tjøldur og at dvølja við myndirnar. Sigast má, at væl liggur fyri.  Myndirnar boða frá vári og ljósari tíðum.

Aðrir flokkar fara eisini at arbeiða við grækarismessu og tjaldrinum í komandi viku.

Við hesum myndum vilja vit bjóða tjaldrinum vælkomið og ynskja øllum ein góðan grækarismessudag.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!