Lýsing
Lýsing
Lýsing

HF tekur næmingar inn fyri 50. ferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.03.2023 - 20:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkar HF skeið livir framvegis sítt fríska lív

 

Mánakvøldið 13. mars verður tað opið hús á HF skeiðnum í Klaksvík. HF skeiðið húsast í sama bygningi sum Tekniski skúli – við rundkoyringina til Norðoyatunnilin. Á Klaksvíkar HF skeiði ber til at taka prógv á fyrireikingarbreyt, sum tað nú eitur. Flestu næmingarnir eru á HF skeiðnum í tvey ár og fara so víðari við prógvi, men tað kemur meiri enn so fyri, og tað ber væl til at leggja eitt ella tvey ár aftrat, um næmingurin heldur, at hann í fyrstu atløgu ikki er førur fyri at taka allar lærugreinarnar í tvey ár. Kanska tí tað er so langt síðani, at næmingurin sat á skúlabeinki.

Fyrstu næmingarnir fóru undir lestur í 1974, og harvið vera tað í summar tiknir næmingar inn á skeiðið fyri 50. ferð

Merkisvert er tað, at bæði Sigrun Skálagarð og Nikolina Olsen, sum nú eru ávikavíst deildarleiðari og lestrarvegleiðari, vóru næmingar í HF skeiðnum í Klaksvík. Sigrun var liðug í 1983, og Nikolina var liðug í 1984.

- Í summar vera tað 40 ár síðani, at mín tíð sum næmingur í HF skeiðnum var liðug, og Nikolina var liðug árið eftir. Vit fóru báðar av landinum og niður til Aarhus at lesa. HF prógvið var atgongumerki hjá mær at lesa støddfrøði og alisfrøði, og hjá Nikolinu var HF prógvið atgongumerki at lesa danskt og enskt. Hon las mál og eg náttúruvísind. Vit valdu lærugreinar eftir áhuga, og sum tað lá fyri, og HF prógvið gevur framvegis atgongd til víðari lestur – eisini á lærdum háskúlum, sigur Sigrun Skálagarð, og hon leggur aftrat

- Í Danmark eru lærugreinar á A-stigi ikki longur partur av fyrireikingarbreytini, og tí ber danskt HF prógv ikki atgongd til lærdu háskúlarnar við sær. Men føroyska fyrireikingarprógvið hevur tríggjar lærugreinar á A-stigi. Tær eru føroyskt, danskt og søga, og tí er føroyska prógvið framvegis lykil til lestur á lærdum háskúla. Tað ber altso til at taka HF prógv í tvey ár og so at fara undir víðari lesur, staðfestir Sigrun Skálagarð.

Fyrstu HF næmingarnir tóku prógv í Klaksvík í 1976. Tá ið næmingarnir vera lidnir við próvtøkuna í summar vera tað fleiri enn 850, sum hava lokið prógv á Klaksvíkar HF skeiði.

- Skúlin hevur havt og hevur framvegis stóran týdning. Vit hava so mangan upplivað, at tað var onkur, sum billaði sær inn, at allir møguleikar fyri útbúgving vóru burtur. Men so søktu tey inn á HF skeiðið, fingu dirvi at halda fram á útbúgvingarleiðini, og nú eru tey virkin á so mongum mótum í samfelagnum. Umframt tey, sum hava lokið prógv á lærdum háskúlum, hugsi eg um lærarar og námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og sosialráðgevarar og heilsuhjálparar og heilsurøktarar, tey sum arbeiða í peningarstovnum, í handilsvinnuni og so víðari. Og so eru tað tey, sum eftir at hava lokið prógv her í skúlanum, fóru til arbeiðs aftur við almennu førleikunum, sum er partur av útbúgvingini. Hugaligt er tað, at tað nú eru so nógv tilboð í Føroyum, sum næmingarnir kunnu fara undir, tá ið teir hava fingið húgvuna á høvdið her hjá okkum, sigur Sigrun Skálagarð:

- Hesi seinnu árini hava vit eitt nú havt næmingar, sum frammanundan hava lokið prógv sum handverkarar, og sum hava tikið HF prógv fyri at vera betur fyri at fara undir útbúgving sum byggifrøðingur, og so síggja vit nú, at tað eru tey, sum fara beinleiðis frá HF skeiðnum og undir lestur á Fróðskaparsetrinum, eitt nú at lesa løgfrøði, sosialvísind og umsiting.      

Sigrun Skálagarð hevur verið deildarleiðari í HF skeiðnum síðani í 1995. Bygnaðarliga hoyrir skúlin saman við Miðnámi á Kambsdali. Lærararnir undirvísa bæði í Klaksvík og á Kambsdali, og teir hava nógvar royndir í at hitta nýggjar næmingar, og har teir eru á útbúgvingarleiðini:

-Á mangan hátt er tað ein fyrimunur, at talan er um lítlan skúla. Soleiðis upplivdi eg tað, tá ið eg var næmingur fyri 40 árum síðani, og vit hoyra so mangan, at fyrrverandi næmingar geva skúlanum hetta skoðsmálið. Vit fáa gott samband við einstøku næmingarnar og kunnu saman við teimum leggja til rættis, hvussu útbúgvingin skal vera, og trivnaðurin eg góður. Flestu næmingarnir eru úr Klaksvík og Norðoyggjum, men tað eru mest sum á hvørjum ári næmingar úr eysturbygdunum í Eysturoy og eisini Sundalagnum. Hetta eru næmingar, sum halda, at tætta sambandið, sum vit hava her á staðnum, ber tryggleika við sær, og so hava vit nógvar royndir við nýføroyingum. Hetta eru tey, ið ikki eru uppvaksin her, men sum arbeiða við at útbúgva seg, so tey lættari kunnu verða partur av okkara samfelag. Tá ið tey hava lokið fólkaskúlaprógv, er okkara tilboð møguleiki sum næsta stig á leiðini hjá teimum.

Mánakvøldið 13. mars bjóðar Klaksvíkar HF skeið áhugaðum at støkka inn á gólvið at tosa um útbúgvingina og um, hvørjir møguleikar eru at samanseta lesturin hjá tí einstaka. Opið hús verður millum klokkan 19 og 21. Freistin fyri at søkja inn á miðnámsskúlarnar er mikudagin 15. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen