Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kavarokið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.03.2023 - 18:38 Tíðindi Veðrið

Nógv kavaavfall hevur verið seinnapartin úr einum samanrunnum brúgvalag, sum kom norðaneftir.

Ferðslukaos hevur verið nógvastaðni kring oyggjarnar, meðan fólk koyrdu heim frá arbeiði.

Óvanliga kalt í hesum døgum í óvanliga nógvar dagar. Kavin hevur ligið síðan 5. ella 6. desember í fjør, tó nakrir fáir dagar undantiknir.

Tað er ikki tað einasta, sum er óvanligt í hesum døgum. Í dag hevur eitt veikt lágtrýst staðið eystan fyri Føroyar. Tað er ikki so óvanligt, men eitt brúgvalag higani hevur stungið seg úr miðjuni av hesum lágtrýsti vestureftir.

Tað er ikki vanligt. Tey plaga at fara suðureftir ella eystureftir.

Tað hevur havt við sær, at køld luft er komin norðaneftir ímóti Føroyum. Hitin (ella kuldin) í henni liggur um 2-3 kuldastig. Hon trýstir luftina við Føroyar burtur, og tann luftin var eitt sindur heitari, um 2-3 hitastig.

Tann heitara luftin er køld niður um døggpunktið, og tað er undir frostmarkinum. Tí hevur kavað í 2 tímar ella so seint seinnapartin. Brúgvalagið gongur suðureftir, seinni er tað sunnan fyri Føroyar. 

Sambært veðurkortunum, so kavar ikki meira av týdningi í kvøld ella í nátt - tó at onkurt ælið kann vera í støðum og nakað av jarðroki.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum