Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Kavin argar

SKRIVAÐ: FSF  |  16.03.2023 - 16:20 Ítrottur Tíðindi

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnir í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða fríggjadagin.

 

Tað sær ikki út til at verða í bræði, at føroyski veturin vil sleppa. Kavin og kuldin hava meir ella minni fingið fastatøkur á fótbóltsvallunum kring landið, og aftur komandi vikuskifti fær hetta avleiðingar fyri onkrar av kappingunum.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur í fyrstu atløgu avgjørt, at 3. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fyribils er útsett.

Nærri fráboðan um, hvussu verður við dystunum í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum, sum eru á skránni leygardagin og sunnudagin, kemur væntandi tíðliga seinnapartin fríggjadagin.

Viðvíkjandi dystum í kappingini fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…