Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tryggjaðu sær heimavøll í fjóðringsfinaluni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.03.2023 - 22:20 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Við sigri á EB í kvøld, hevur Stjørnan tryggjað sær heimavøll í fjóðringsfinaluni, har mótstøðuliðið verður VÍF. Men tað stóð á gomlum nøglum hjá Stjørnuni. Tað var ikki fyrrenn 12 minuttir vóru eftir at leika, at Stjørnan fyri fyrstu ferð í dystinum fekk leiðsluna, støðan var tá 21-20 til Stjørnuna. Tað sum eftir var av dystinum, skiftust liðini um at skora, og tá avtornaði, endaði dysturin við 26-25 til Stjørnuna. Hálvleiksstøðan var 11-15 til EB.                                                                                                                                                                                      

Ikki kann sigast annað, enn at EB-liðið hevur ment seg nógv í gjøgnum kappingina, og kundu tær tað sama havt vunnið dystin. Stjørnan hevði trupult við at fáa álopsspælið at koyra, í verjupartinum vóru tær, sum vit hava nevnt fyrr, alt ov lítið avgjørdar, og hevði tað við sær, at mótstøðuliði hevði ov lætt til at koma til málmøguleikar.

Møguliga hevur stjørnuhópurin undan dystin tikið tað sum givið, at hetta bara ein dystin sum skuldi avgreiðast, men tað er ein kann verða ein farligur hugburður at hava, ið kann koma aftur um brekku. Skal Stjørnan gera sær vónur at koma hálvfinaluna, so skulu aðrir bollar í suppuna.                                  

Stjørnan hevur tveir dystir eftir í grundspælinum, og eru teir báðir á útivølli í móti ávíkavist Neistanum og H71.

Málini dagsins dysti skutu fyri Stjørnuna: Tóra Eliasen 8, Malene Madsen 5, Jancy Poulsen 5, Durita L. Johansen 3, Iulia Nalviko 2, Anna Jacobsen 2 og Joan Sørensen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…