Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magistarafelagið skipar mikudagin 22. mars fyri almennum tiltaki um stytta arbeiðsviku.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2023 - 17:26 Tíðindi

Ein fær minni burtur úr arbeiðsorkuni hjá fólki. Hinvegin gerast fólk meira effektiv og framleiða tað sama ella meira. Hesar eru bert nakrar av grundgevingunum fyri og ímóti at stytta arbeiðstíðina.

 

Men hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at stytta arbeiðsvikuna? Og hvat halda politiska skipanin, vinna og fakfeløg um henda spurning?

Í 2021 gjørdu Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, kanningina “37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansar” fyri Fakfelagssamstarvið.

 

Tiltak í Reinsarínum

Endamálið við tiltakinum er at geva luttakarunum innlit í hvørjir fyrimunir og hvørjar avleiðingar eru við einari 37 tíma arbeiðsviku, og hvørja ávirkan hetta kann hava á eitt nú strongd, sálarheilsu, javnstøðu og fíggjarviðurskifti. Eisini fara umboð fyri politisku skipanina, vinnuna og fakfeløg at skifta orð um at stytta arbeiðsvikuna.

Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelagnum, setir tiltakið. Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, greiða frá teirra kanning, og Rannvá Justinussen, HR-leiðari í Betri Trygging, tosar um, hvørjar royndirnar hjá teimum hava verið við styttari arbeiðsviku.

Síðani verður pallborðsfundur. Í pallborðinum vera Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Niels Winther, stjóri
í Vinnuhúsinum, Páll Nolsøe, Jan Otto Holm og Regin Berg.

Elisa Vang undirheldur í steðginum.
Tiltakið er ókeypis og verður í Reinsarínum 22. mars kl. 19. Øll eru vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…