Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Hetta er nakað man droymir um

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.03.2023 - 08:46 Ítrottur Tíðindi

KÍ-leikarin Mads B. Mikkelsen var fegin um sítt fyrsta landsliðsmál.

 


Mads B. Mikkelsen skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum í Moldiova í gjár.

- At byrja inni og so eisini skora, tað var feitt. So fekk man víst, at man kann nakað. Tað er nakað serligt. Tað er nakað man droymir um, so tað eri eg glaður fyri.

- Jákup B. Andreasen spældi Meinhard E. Olsen í ’’lumman’’. Eg renni djúpt uppá tvørs og fái bóltin frá Meinhard og sparki bóltin millum beinini á málverjanum, sigur Mads B. Mikkelsen við Norðlýsið.

 


Mugu verða nøgdir

Mads spældi á høgra kanti, men heldur, at hansara besta pláss er sentralt.

- Eg kann kann spæla á kantinum, men eg vil framvegis fyritrekkja at spæla sentralt, tí tað er mítt besta pláss, sigur hann.

Eftir gongdina í seinna hálvleiki so heldur hann, at føroyingar mugu verða nøgdir.

- Vit koma á odda, og so hendir tað ofta, at man trekkir seg nakað fyri at verja úrslitið. Eg haldi, at vit koma ov langt aftur at standa í seinna hálvleiki. Tá føla teir, at teir koma til møguleikarnar og til síðst skora teir eisini

- Eg veit ikki. Eitt stig er betri enn einki, men vit høvdu vónað at fingið trý stig. Eftir tann seinna hálvleikin sum vit spældu, so mugu vit verða nøgdir, sigur Mads B. Mikkelsen, sum er klárur til dystin móti Norðurmakedónia mánadagin, um brúk verður fyri honum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…