Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  25.03.2023 - 13:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

So nógv eru tey í tali, at fimleikaframsýningarnar hjá Støkk eru yvir tveir dagar í dag 25. og í morgin 26. mars í Bylgjuni.

Umstøðurnar hjá Støkk at venja í eru ómetaliga góðar við tveimum flottum hall, sum kunnu so nógv ymiskt, alt eftir hvat fimleikurin spyr eftir.

Tað var, sum vanligt er, nógvur tónleikur í hátalarunum, men børnini sungu eisini onkrar rímur ella skjaldur, sum tey so eisini gjørdu fimleik eftir.

Ein áhugaverdur dagur, við sera nógvum áskoðrum - Tað vil so vera, tí ið so nógv íðka, og koma tey nógva ymiska staðni frá eisini.

Søgan

Fimleikafelagið Støkk varð stovnað 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest, og Svava og Johan Kjeld. Teir báðir Kaj Aage og Johan vóru úr Havn og vóru vanir at gera fimleik.

Tá ið teir nýgiftir og nýútbúnir lærarar komu á Skálafjørðin at búgva, ynsktu teir framhaldandi at gera fimleik og avgjørdu síðani at seta fimleikafelag á stovn.

Nakað av fimleiki hevði verið á staðnum frammanundan, men fimleikurin var ikki skipaður í nakað felag. Síðani 1966 hevur fimleikafelagið, Støkk verið virkið allatíðina, og ein av stovnarunum, Jóhanna Troest, hevur verið virkin í felagnum øll hesi árini.

Tey eru ikki færri enn 900 limir í Støkk og heili 150 venjara eru við til at skipa fyri, umframt nógv foreldur eisini.

Drúgva skráin kann lesast niðanfyri

Leygarmorgun kl. 10

Foreldur og børn

Estetisk grundvenjing 5-6 ár

Gentur 4 ár

Dreingir 4 ár
Amboð grundvenjing gentur 5-6 ár

Leygardag kl. 12
Gentur 5 ár
Dreingir 5 ár
Gentur 6 ár
Dreingir 6 ár
Gentur 5-6 ár

Leygardag kl. 15
1. fl. gentur
2. fl. dreingir
Kvinnur rútma
Pinkur Nava, estetiskt kappingarlið
5. fl. dreingir
Kappingarlið yngri amboð gentur
Kvinnur rútma
7.-8. fl. dreingir
Fyrireikingarlið amboð gentur og dreingir
Felagsliðið
5.-6. fl. gentur rútma
Kvinnuunglingar Rósan, estetiskt kappingarlið

Sunnudag kl. 14
Pinkur Prima, estetiskt fyrireikingarlið
3. fl. dreingir
6.-7. fl. og 8. fl.-18 ár+ gentur, amboð
3. fl. gentur
4. fl. dreingir
Pinkur Liva, estetiskt kappingarlið
Kappingarlið yngri amboð, dreingir
9. fl.-18 ár+, dreingir
Smágentur Urða, estetiskt kappingarlið
Styrki og konditión

Sunnudag kl. 16.30
2. fl. gentur
1. fl. dreingir
4.-5. fl. gentur, amboð
Smágentur Luna, estetiskt kappingarlið
7.-9. fl. gentur amboð
Estetisk grundvenjing 1.-3. fl.
Felagsliðið
6. fl. dreingir
Gentur Svalan, estetiskt kappingarlið
Kappingarlið eldri amboð, gentur og dreingir

Kostnaður pr. sýning
Vaksin 60 kr.
Børn 2-17 ár 30 kr.
Vikuskiftispass 200 kr.

Kaffisøla og páskareggjatombola verður í gongini í Bylgjuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba