Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lønarlyftið hjá Rutt leskar heilt vist onkrar lønarbólkar, men tað fer sanniliga eisini at spjaða lønarbólkarnar.  | Mynd: Oliver Joensen

Ein fiskimaður breyðføðir átta pedagogar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2023 - 17:47 Leiðarin Politikkur Vinna

Hvussu nógvir sjómenn skulu til fyri at breyðføða ein pedagog? Hetta verður helst kjakevnið í hitarúminum í svimjihøllini í Klaksvík komandi dagarnar.  

 

Svarið blæsir í vindinum. Greitt er tó, at Rutt Vang longu í dag hevur brúkt helmingin av øktu inntøkunum frá hægri tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni. Tað eru bert tvær vikur síðani, at fíggjarmálaráðkvinnan boðaði frá eini tvífalding av veiðugjøldunum á Barentshavsflotan og øðrum pørtum av fiskiflotanum. Hetta skuldi geva upp ímóti hundrað milliónir krónur meira í Landskassan. Endamálið var eitt størri yvirskot á fíggjarlógini. Fiskimaðurin skal rinda við eini lægri hýru.

Men longu í dag hevur Rutt Vang verið úti við kekkheftinum og brúkt slakar hálvtrýss milliónir krónur upp á at leska úrvaldar løntakarabólkar við einum lønarlyfti. Pedagogar og onnur starvsfólk í sonevnda umsorganarøkinum fáa áleið túsund krónur meira um mánaðin. Svarandi til eina lønarhækking á 5% Hetta kemur væl at merkja aftrat vanligu lønarhækkingini í almenna geiranum. So helst verður talan um tvífalt so stóra lønarhækking. Ella 10%.

Fiskimaðurin arbeiðir 84 tímar um vikuna og skal niður í løn. Pedagogurin skal framyvir arbeiða 37 tímar um vikuna og upp í løn. Tað eru longu nógv ár síðani, at limatalið í Pedagogfelagnum var tvífalt so stórt sum í Fiskimannafelagnum.

Lønarlyftið hjá Rutt leskar heilt vist onkrar lønarbólkar, men tað fer sanniliga eisini at spjaða lønarbólkarnar. 

Helmingurin av inntøkuni frá hækkaða veiðugjaldinum fer til lønarlyft. Tað eru tvífalt so nógvir pedagogar sum fiskimenn. Og framyvir skulu pedagogar arbeiða minni enn helvtina so nógv sum fiskimenn. Helvtina av helvtini av helvtini er ein áttandapartur. 

So hvør fiskimaður breyðføðir átta pedagogar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Fólkafloks­felag hevur aðalfund h…
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Føsta í Sandavágs kirkju
Norðlýsið í RÚV
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón