Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toskurin møguliga afturkomin

SKRIVAÐ: Óli Jacobsen  |  17.04.2023 - 23:31 Lesarabrøv Vinna

Hevur Osmund Justinussen aftur rætt?

 

Undan páskum frættust áhugaverd tíðindi frá snellubátum norðanfyri Føroyar. Ikki bara var nøgdin av toski størri enn vanligt. Men tað var ikki minni áhugavert, at partur av toskinum var munandi størri, enn tað hevur verið sæð í mong ár.

Hetta eru sera áhugaverd tíðindini, tí tey  kunnu vera í stríð við galdandi tilmæli frá ICES og Havstovuni. Her verður sagt, at toskastovnurin er so illa fyri, at veiðan eigur at verða steðgað mest  møguligt í fleiri ár.

Hin vegin er hetta í fult samsvar við tað, sum Osmundur Justinussen hevur ført fram. Hann hevur av sínum eintingum  í nógv ár gjørt egnar kanningar á hesum øki.

Osmundur er ikki hvør sum helst á hesum økinum. Hann hevur verið partur av okkara fiskivinnu í meira enn hálva øld og hevur gjørt eygleiðingar á økinum alla sína tíð sum neyvan  nakar annar.

Ein eygleiðing hjá honum saman við øðrum fiskimonnum er, at tá skip veiddu sild við gørnum millum Føroyar og Ísland fram til 1968 var tað javnan, at stórir toskar fløktu seg í sildagørnini. Hetta váttar í hvussu er, at toskur eisini finst í opnum havi. Hetta hevur eftir øllum at døma ikki verið partur av stovnsmetingini hjá ICES.

Hesum kanningum greiðir Osmund m.a. frá í bókini “Í Kjalarvørrinum”. Serliga áhugaverdar eru hansara kanningar av havstreymunum El Nino og La Nina, og teirra ávirkan á veður og fiskiskapin á okkara  leiðum.

Út frá hesum hevur hann gjørt sínar egnu metingar av støðuni hjá millum øðrum toskinum undir Føroyum, bæði tá ið tað gongur framá og afturá.

 Nógv bendir á, at hansara metingar hava verið í góðari leið, eisini tá tær hava strítt mót almennu fiskifrøðini. Tað er aftur ábending um tað nú.

Tað er ikki langt síðani, at Osmund metti, at toskurin var við at koma aftur á okkara leiðir, og nú tykist hetta at vera hent.

Er søgan við at endurtaka seg?

Tað er nógv sum bendir á, at almenna fiskifrøðin enn er mangulfull, í hvussu er, tá ið tað snýr seg um tosk.

Hetta skal lýsast við tí, sum hendi fyrst í 1990-unum. Tá minkaði toskaveiðan av sær sjálvum frá í miðal 30.000 t. árliga til 6.000 tons. Samb. almennu fiskifrøðini var hetta seinna tonsatalið eisini ov høgt.

Hetta mál er  eisini væl lýst í ársfrágreiðingum hjá fiskimannafelagnum hesa tíðina.

Hjá almennu fiskifrøðini var tá eingin ivi um, at orsøkin til toskaloysið var ovveiða, og ICES mælti til, at toskaveiðan varð sett til 0. Vit skuldu ikki roknað við, at toskurin kom aftur í bræði, tí hann var als ikki til. Sannlíkið fyri, at hetta hendi, var sum at vinna høvuðsvinningin í V4 fleiri ferðir.

Vit fingu at vita, at tað var ikki fyrr enn vit høvdu fingið ein góðan árgang av toski, og hesin var komin fyri seg, at vit kundu rokna við nakra veiðu av týdningi av toski aftur.

Hetta fór undir øllum umstøðum at taka fleiri ár.

”Deyði” toskurin var kortini á lívi

Men í 1995  hildu fiskimenn, at meira var til av toski. Men hetta avvísti fiskifrøðin. Um tað kundi tykjast sum at meira av toski var til, var orsøkin tann, at toskurin, sum var eftir, var savnaður á meira avmarkaðum leiðum enn áður. Tí var tað við teirri tøkni, sum skipini høvdu, lætt at veiða tað sindri, sum var eftir av toski. Men hesum vísti fiskimenn aftur.  Teir kundu  vísa á, at toskurin fanst víða um á landgrunninum.

Tá er tað, at ein canadiskur fiskifrøðingur kemur upp í leikin. Hann kundi  staðfesta stórar nøgdir av toski, sum samb. ICES ikki vóru til. Men ICES kundi ikki nokta fakta. Nú  broyttu teir stovnsmetingina afturvirkandi, so hon samsvaraði við veruleikan.

Tilráddi fiskiskapurin varð í fyrsta umfari hækkað upp í 17.000 t. og seinni nógv meira, upp til 40.000 tons. Hetta var toskur, sum fiskifrøðin segði ikki vera til fá ár frammanundan.

Síðan tá hevur tað gingið upp og niður. Men tær mest neyvu metingar av gongdini á toskastovninum hava verið nevndu kanningarnar hjá Osmundi. Hann hevur í mongum førum kunnað mett um, nær tað fór at vera meira ella minni at fáa.

Tað tykist sum at søgan nú møguliga er við at endurtaka seg. Samstundis tykist almenna fiskifrøðin ikki at vera komin nógv longur, enn hon var fyri  meira enn 30 árum síðani.

Tað skuldi annars verið upplagt, at almenna fiskifrøðin ger nýtslu av royndunum hjá Osmundi, so tað kann verða tikin hædd fyri stovnmetingini á so breiðum grundarlagið  sum gjørligt.

Sjálvsagt skal nú tíðin vísa, um  vit veruliga fara at síggja ein annan toskastovn enn tann, sum ICES hevur boðað frá.

Men tað er í hvussu er orsøk til at taka upp spurningin, um tað kann arbeiðast øðrvísi við stovnsmetingum, enn tað hevur verið gjørt higartil.

Hetta vildi skapt ein heilt annan tryggleika enn tann sum nú er.

 

Óli Jacobsen

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen