Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í KVØLD: Theresa Kreutzmann framløgu á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  10.05.2023 - 13:50 Tíðindi Vinna

Vinnulívsráðið hevur aðalfund á Hotel Klaksvík mikukvøldið 10. mai kl.19.00 við vanligari aðalfundarskrá.

Vinnulívsráðið í Klaksvík, varð stovnsett fyri at savna vinnuna og vinnulig áhugamál, fyri at menna samstørv millum fyritøkur og fyri at kunna tosa saman um felags áhugamál.

Vinnulívsráðið hevur í dag stívliga 65 limir við fyritøkum í Klaksvík og fyritøkum, sum hava tilknýti til Norðoyggjar,  frá størstu fyritøkunum til miðalstórar og smærri fyritøkur.

Netverksfundir, har fyritøkur møtast til at viðgera felagsáhugamál og tosa um vansar og fyrimunir. Netverksfundin hava millum annað verið skipaðir hjá KBI, Borg og SMJ síðani seinasta aðalfund.

Fyri kortum varð Theresa Krutzmann sett í starv sum leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hon fer at hava framløgu á aðalfundinum, har hon millum annað fer at greiða frá møguleikum og ætlanum á ferðavinnuøkinum í norðoyggjum. Ferðavinnan hevur veruliga tikið dyk á seg, og fyri vinnulívið í norðoyggjum kann hetta gerast eitt gott íkast, samstundis sum tað stimbrar alt samfelagið. 

Nevndin í Vinnulívsráðnum er ídag  skipað við: Jan Petersen, formanni, Frimodt Rasmussen, næstformanni, Elsubeth Poulsen, peningarøkli, Rana Nolsøe og Heina Hansen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja