Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein gongutúrur á Oyrar í skýmingini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.05.2023 - 12:13 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóast veðrið var nakað umskiftandi í gjár, so royndist kvøldið sera væl. Eg gjørdi av at ganga mær ein túr út á Oyrar tá tað var hálvaskýmt.

Uttanfyri í havanum hitti eg fyrst bringureyða, sum hevur verið raskur at vitja okkum her á Hædd nú tað er byrjað at vára.

Umframt at fáa nakað av venjing fyri likamið ein slíkan túr, fæst nógv fyri eyguni og hugaheimin. Ikki minst er spennandi at síggja ljósið, hvussu umskiftandi tað er um tú hyggur ímóti ljósinum undan niðan í fjallið ella út á Víkina. Komin út eftir “Gamla veg” út ímóti Gravarbøgarðinum fangaðu eyguni eina sera vakra flagveltu, sum bóndin úti í Grøv, Karl Heri Joensen hevur lagt har oman á bakkan. Spurdi hann í dag, um hann eisini sá reyðmaðk tá hann loysti flagini har. Karl Heri segði Jú, niðan ímóti Gamla veg var eitt sindur at síggja, men samanumtikið vóru teir ikki nógvir.

Beint uttanfyri garðin er ein niðurdottin krógv. Har hava ofta verið fleiri músabróðir at sæð í búðtíðini, men hóast eg steðgaði á, sá eg ongan í gjárkvøldið.

Minni enn so var eg einsamallur á gongutúrinum í gjárkvøldið, fekk eitt sera hugnaligt prát við tveir menn við portri til Grøvina og allan vegin út eftir Oyravegnum høvdu fleiri valt at spáka sær ein túr hetta ótrúliga vakra kvøldið.

Sum sæst á myndunum, so valdaði friðurin, fuglurin sat ymsastaðni eftir ein virknan dag og tað sama gjørdu ærnar og lombini. Jú tað er balsam fyri sálina at leita sær ein túr út í náttúruna hesi vøkru kvøldini og gloyma sjónvarpsskýggjan og  telefonina eitt bil.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…