Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á plenuni klokkan 13 í dag, 6 tímar áðrenn dysturin byrjar. Miðalvindferðin fyri Føroyar er 8 til 13 m/s, men vesturættin roynist vanliga væl í Klaksvík. Í morgun, meðan vindferðin var um 15 m/s, vórðu máldir úr 4 m/s upp í 10 m/s á vøllinum. Mátingin varð gjørd í 1½ - 2 metrar yvir vøllin og ikki í 10 metra hædd, sum ein vindmáting eigur at verða gjørd. | Mynd: Undirritaði

Dystarveðrið KÍ – B36

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.05.2023 - 13:25 Tíðindi Veðrið

Í dag hevur verið eitt fitt lot av vestri. Nógvir vindgarðar hava verið inn eftir vánni, serliga í morgun. Úti á Pollinum vóru nógvar glaður.

Tá ið vindurin var mestur tíðliga í morgun, var miðalvindferðin 10 til 15 m/s, onkra løtu upp í 18 m/s.

Skýloftið hevur verið eitt sindur skiftandi millum skýggjað og lættskýggjað, og tað hevur verið turt fyri tað mesta. Okkurt avfall hevur verið, men ikki tað stóra.

Vindur hevur verið minkandi síðan seint fyrrapartin.

Meðan dystur er í kvøld í Klaksvík, eru 8 til 13 m/s. Ættin er vestan. og tí fer hann at vera eitt sindur ójavnur. Hetta kann ávirka dystin onkra løtu, men vónandi ikki alt ov nógv. Lotið fer diagonalt eftir vøllinum – t.e. úr hornaflagginum við Atlantis og niðan í hornið, har enn einki skýli er.

Skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt. Hitin fer at liggja um 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Lýsing