Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menning sæst eisini í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen  |  15.03.2026 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Hetta samgonguskeiðið hava vit tikið stór stig fyri alt landið. Vit hava gjørt eitt søguligt lønarlyft til lág- og miðallønt, styrkt vælferðina og tikið ábyrgd fyri framtíðini.

 

 

Men fyri meg hevur tað eisini verið týdningarmikið, at menningin eisini sæst her norðuri.

Í Norðoyggjum eru fleiri ítøkilig stig tikin hesi árini.

Úr rúgvuni kann eg nevna at:

Tekniski skúli í Klaksvík hevur fingið nýggja ventilatiónsskipan, ið ger tað møguligt framhaldandi at geva lærlingum frálæru á timburdeildini, og arbeiðið við at um- og útbyggja skúlan við nýggjari aulu og betri umstøðum er komi væl áleiðis .

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður starvsfólkabygningurin dagførdur, og nýggj móttøka gjørd til sjúkraflutningstænastuna. Samstundis eru høli gjørd til skannaran og tænastan styrkt, so fólk við prostatakrabba kunnu fáa kanningar og úrslitini av kanningini  skjótari enn áður.

Rótin er liðugt bygd og tikin í nýtslu. Tað eydnaðist at hækkað  stuðulin til leiguútreiðslur til skúlan, hetta merkir at  tað er gjørligt hjá øllum næmingum at búgva á næmingaheiminum. Soleiðis verður skúlin framhaldandi fyri øll ung, ið ynskja at søkja inn.

Nýggj farstøð er gjørd í Syðradali, og peningur til radiosamband er játtað til Viðareiðistunnilin. Tað ger ferðsluna tryggari – tí trygd er ikki ein luksus, men ein sjálvsøgd raðfesting.

Varpið hevur fingið 11 mió í stuðli hetta valskeiðið, og Játtanin til Íverksetarahúsið, Gloria og MEA er eisini økt nakað.

Eg eri errin av tí, sum er gjørt. Men arbeiðið er ikki liðugt.

Norðoyggjar skulu framvegis mennast og hava góðar tænastur – bæði á heilsuøkinum, útbúgvingarøkinum og í samferðsluni.

Fái eg møguleikan eftir valið, fari eg framvegis at arbeiða fyri Klaksvík og Norðoyggjum.

Eyðgunn Samuelsen

Valevni á Lista C

Lýsing
Seinastu tíðindini
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Lýsing