Lýsing
Lýsing
Lýsing

FM verður avgjørt í morgin!

SKRIVAÐ: Lesarabræv  |  14.03.2026 - 23:59 Ítrottur Lesarabrøv

Soleiðis tók ein av trúfestu KÍ viðhaldsmonnunum til leygardagin, dagin fyri at KÍ og NSÍ møtast í øðrum umfari í landskappingini

 

Og nei, sjálvandi verður føroyameistaraheitið ikki avgjørt longu í 2. umfari, men henda útsøgn avspeglar, hvussu stóran týdning og hvussu nógv KÍ fyllir í hugaheiminum og samleikanum hjá okkum norðoyingum.

KÍ er, hevur verið og verður flaggskipið fram um øll onnur her í Norðoyggjum, tí sigrarnir hjá KÍ kennast sum sigrar hjá okkum øllum.

Tí er spenningurin serliga stórur millum norðingar og KÍ-fjepparar kring alt landið, nú fyrsti dysturin millum tvey av væntaðu oddaliðunum er á skránni við Djúpumýru sunnudagin kl. 15.

Leygarmorgunin tóktist lagið at vera gott, bæði millum leikararnar, sum vandu, og millum venjarararnar, sum í løtuni hava nógvar góðar leikarar at velja ímillum til at byrja inni ímóti NSÍ.

Hann lovar nógv regn náttina til sunnudagin og sunnumorgunin, men seinnapartin sunnudagin, tá dysturin er, lovar veðurmaðurin gott veður, líkt veðrinum hesar báðar seinastu dagarnar.

Vit, fjepparar, heilsa tykkum, leikarum, venjarum og hjálparfólkum, og gleða okkum nógv at síggja kongabláa flaggskipið á heimavølli sunnudagin kl. 15.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum