Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðarteknini - Páll Poulsen í Betesda sunnukvøldið kl. 18

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2026 - 00:12 Tíðindi

Sunnudagin vitja Marjun og Páll Poulsen í Betesda, har Páll á møtinum kl. 18, fer at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur.

 

Páll Poulsen er uppvaksin í Klaksvík og er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda.

Sunnudagin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun. Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima.

Síðan 2009 hevur Páll saman við Marjun staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.

Á morgunmøtinum kl. 11 fer Páll at hava eitt orð eftir breyðbrótingina, og á møtinum kl. 18 fer hann at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24.

Sangkórið í Betesda luttekur eisini.

Hjartaliga vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum