Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avtala undirskrivað við MTV-Byggivirkið um bygging av simulatorbygninginum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.06.2023 - 23:33 Tíðindaskriv

Í dag er avtalað undirskrivað millum Atlantic Airways og MTV-Byggivirkið um bygging av tyrlusimulatorbygninginum á ídnaðarøkinum omanfyri flogvøllin. MTV-Byggivirkið ger arbeiðið sum heildararbeiðstøku; undirarbeiðstakarar eru Orkuloysnir, LM Electric, Gólvfix og Málameistarin Signar á Fríðufløtum. 

 

 

Tað vóru Mortan Vang, stjóri, og Óluva Vang, verkætlanarleiðari, sum skrivaðu undir vegna MTV-Byggivirkið, og Niels Mortensen, nevndarformaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri, vegna Atlantic Airways.

- Talan er um eina sera spennandi verkætlan fyri okkum. Hetta er nakað annað enn tað, vit eru von við at byggja, og nakað, sum fer at mynda Føroyar úteftir, og tað er eisini við til, at vit sum byggifyritøka gera vart við okkum, sigur Mortan Vang.

- Vit hava í dag tikið eitt stórt fet á leiðini móti hesum risa framstigið, sum hesin simulatorin er fyri føroyska flogvinnu, umframt at tað verður eitt nýtt vinnuligt bein hjá Atlantic Airways at standa á, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, sum fegnast um, at skjøtul nú verður settur á byggingina.

Bygningurin, sum verður hitaður við jarðhita, verður smáar 1.500 fermetrar til støddar, og hálvan november í ár verður hangarurin klárur. Tá skal uppsetingin av sjálvum simulatorinum nevniliga í gongd.

Tað er Mayfinn Norðoy frá arkitektafyritøkuni Kontrast, ið hevur teknað bygningin. Íblásturin til bygningin kemur millum annað frá Lítlu Dímun og Stóru Dímun.  

Atlantic Airways Aviation Academy verður klárt at taka ímóti fyrstu tyrluskiparunum í simulatorinum summarið 2024, og sjálvur bygningurin stendur liðugur oktober sama ár.

Simulatorurin er tann framkomnasti simulatorurin til tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomuligar í dag. Talan er um ein AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulator, sum syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum. Eisini er hetta ein simulator, sum kann venja manningar í sambandi við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, sum er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið, alt árið. Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)