Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rentuútreiðslurnar øktar við 34 mió. kr. hjá húsarhaldunum

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  02.06.2023 - 10:44 Tíðindaskriv

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021. Verður rentustuðulin drigin frá svarar tað til 22 mió. kr. Tað er ein vøkstur á 12% í mun til tað, sum var goldið av rentum á bústaðarlánum í 2021.

 

Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár, sí mynd 1. Árliga broytingin í miðalrentuni á bústaðarlánum hjá føroysku húsarhaldunum var 0,89 prosentstig í januar 2023 í mun til januar 2022. Í januar 2022 var miðalrentan 2,61% á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í januar 2023 var miðalrentan 3,5%; hon er sostatt økt 0,89 prosentstig.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mió. kr. í 2022 í mun til í 2021, sum svara til 22 mió. kr. tá ið rentustuðulin er drigin frá. Tað er ein vøkstur á 12% í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021. Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum.

 

Mynd 1 Rentan er økt lutfalsiga nógv

 

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti