Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upp á gólv og tá í Skálanum í kvøld

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.06.2023 - 11:14 Mentan Tíðindi

Eins og á norðoyastevnu í fjørð skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri áhugaverdum almennumm dansi í Skálanum í kvøld. Á skránni er bæði føroyskur dansur og harmonikku dansur. Tiltakið í fjørð var sera væl móttikið, og undirtøkan var rættilga góð.                                                                                                                                            

Kvøldið er skipað á tann hátt, at skift verður í millum føroyskan dans og harmonikkudans. Til at skipa føroyska dansin, verða nógvir góðir skiparar. Tað verða feðgarnir Jóannes og Símun Erik Johannesen úr Dali, sum koma at spæla til harmonikkudansin. Eisini skipar Dansihugni fyri løttum fólkadansi.                          

Byrjað verður við føroyskum dansi kl. 21.00, klokkan 22.00 verður harmonikkudansur, og soleiðis gongur tað skiftivís, og verður á til kl. 03.00.                                                                                                                         

Tó byrjar tiltakið í Skálanum kl. 20.00 við live spurnarkapping um kvæði og føroyska dans millum limir úr Klaksvíkar Dansifelag og Eysturoyar Dansifelag. Spurnarkappingin verður eftir sama leisti, sum áhugaverda spurnarkappingin, sum í vetur hevur verið kringvarpinum við heitinum ”Tú manst vita frá mongum at siga”. Vertur og dómarar verða Rasmus Joensen og Jónleif Johannesen.

Luttakararnir eru fyri Klaksvíkar Dansifelag Asbjørn Lómaklett, Jastrid Midjord og Birgir Poulsen. Fyri Esyturoyar Dansifelag luttaka Jón Rói Høgnesen, Jóannes Djurhuus og Kristian Jacobsen. Kostnaðurin fyri alt tiltakið er kr. 100,00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum